Í kvøld klokkan 18 er aðalfundur í ÍSF, sum er føroyska ítróttarsamgongan fyri 16 sersambond. Tað er so stór ósemja um býtislykilin, ið skal fordeila tær næstan 11 milliónirnar úr millum sersambondini.
Les eisini: Hesi eru í uppskoti til forseta og nevnd
Tað hevur gjørt, at ÍSF er farið tvíningar, har tað er ein ”samgonga” við 13 sersambondum og ein ”andstøða” við trimum sersambondum. Tað er nú vandi fyri andstøðan, sum telur Flogbóltssambandið, Hondbóltssambandið og Svimjisambandið, taka seg úr ÍSF.
- Tann dagin tað eru størri vansar enn fyrimunir fyri Flogbóltssambandið at verða í ÍSF, so eru vit ikki partur av felagskapinum longur, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum, í samrøðu við Rás2.
Les eisini: Býtislykil uttan heimild, sigur Magnus Tausen
Somuleiðis formaðurin í svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, setur spurnartekin við felagsskapin, tá samgongan útihýsur andstøðuni, sum hann málber seg.
- Til tykkum sum ikki vita hetta, so hava 13 sersambond valt at bevíst útíhýsa tey seinastu 3 frá tveimum felagsfundum, til at finna nýggja starvsnevnd, og sum vit skilja tað eisini til at avtala sínámillum, at vilja samtykkja nógv umrødda uppskotið til nýggjan býtislykil, skrivar formaðurin í tíðindaskrivi og leggur afturat:
- Nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer, tá ið aðalfundurin verður, næsta fríggjadag. Men vit trý útifrystu hava sjálvsagt lítlar vónir, nú vit sum 'andstøða' ikki ein gang verða bjóðað á hesar fundir, sum koma at avgera nýggja ÍSF, skrivar Rókur í Jákupsstovu undan aðalfundinum, sum verður í kvøld.
Aðalfundurin hjá ÍSF verðu í kvøld klokkan 18. In.fo verður á staðnum.