Lady Gaga fekk heilaskjálvta á pallinum

Heimsstjørnan fekk ein pela í høvdið, meðan hon stóð á pallinum, men kortini sang hon víðari.

 

Tann amerikanska superstjørnan Lady Gaga fekk ein heilaskjálvta, tá ið hon sunnudagin framførdi í Auckland í Ný Sælandi. Meðan hennara hitt sangur Judas varð framførdur misti ein dansari ein pela beint niður í høvdið á Lady Gaga.

 

Dansarin varnaðist ikki óhappið, og tað gjørdu stórur partur av áskoðarunum heldur ikki, tí Lady Gaga helt fram púra ótarnað.

Songkvinnan gloymdi at syngja eitt orð, tí hon gjørdist bilsin av hendingini, men sang kortini víðari. Síðani fór hon sum ætla av pallinum, og kom síðani aftur og sang tey seinastu 16 løgini, eins og ætlað.

 

Seinni skrivaði songkvinna á Twitter, at hon hevur fingið ein heilaskjálvta, men at hon kortini hevur tað gott eftir umstøðunum.

 

Tað veit heimasíðan hjá BT í kvøld.