Lívsgrundarlagið er álvarsliga hótt

Sera stóra fellið hjá bóndunum í Mongolia er ein álvarslig hóttan móti nomadutilveruni, og serliga hart hevur hetta rakt landspartin Uverkhangai, har roknað verður við at missa triðingin av øllum djórunum

Eirikur Lindenskov

Arvauheer

Mongolia


Vánaligi gróðurin síðsta summar og sera harði veturin í Mongolia ? serliga ársins fystur mánaðirnir hava elvt til stórt felli hjá mongolsku bóndunum.

Nógvi hitin og vantandi vætan síðsta summar gjørdu, at lítil gróður var. Uppaftur verri gjørdist støðan, tá bøurin varð herjaður av robbins, sum er eitt serligt músaslag, ið etur grasrøturnar. Hesar mýs herja um 12. hvørt ár, men skaðin, tær elva, er ikki so stórur, tá gróðurin er vanligur.

Tí stúrdu bóndurnir fyri vetrinum. Summir slaktaðu í heldur meira lagi, meðan aðrir royndu sum frægast at leggja fóður innundir seg. Men veturin gjørdist harður ? so harður, at nærum triðingurin av kríatúrunum er deyður í hungri.

Vanliga er veturin kaldur, men ongantíð so kalt, sum í januar, februar og mars í ár. Tað er ikki ókent, at kuldin kemur niður móti teimum tredivu kuldastigunum, men í ár hava teir mált kulda niður í ?40 stig í tíggju samanhangandi dagar.


Tykkara útsendi er saman við seks øðrum norðurlendskum tíðindamonnum á ferð í Mongolia við menningardeildini hjá ST (UNDP ? United Nations Development Program). Í dag (mánadagin 3. apríl) vitja vit í býnum Arvauheer í landslutinum Uverkhangai. Í hesum býnum búgva um 25.000 fólk, harav fleiri eru seminomadar ? tað vil siga, at tey liva sum nomadar, men hava kortin fast tilknýti til býin.

Í landslutinum, sum til víddar er 63.500 ferkilometrar, búgva 114.000 fólk. Høvuðsvinnugreinin er djórahald ? og livir stórur partur av fólkinum sum nomadar ? flytifólk. Tey hava vanliga fýra fastar bústaðir, ein um summarið, ein um veturin, ein um heystið og ein um várið.

Tey búgva í telti ? ofta fleiri familjur saman í grannalag, og so flyta tey teltini millum bústaðirnar. Tað kann vera upp til 100 kilometrar millum bústaðirnar.

Av bruttotjóðarúrtøkuni í Uverkhangai stava 74,6% frá djórahaldi ? og tá er als ikki talan um stórar garðar. Vanligi bóndin hevur um 100 djór, skal hann klára seg so hampuliga. Tilsamans eru um 20.000 flytubóndur, og tann størsti parturin av teimum hevur millum 50 og 200 djór, sum fyri tann størsta partin eru neyt, hestar, geitir, seyður og kamelar.


Tað er ein syndarlig sjón at síggja deyðu dýrini liggja og sløðast í landslagnum. Vit kundu telja upp í fleiri túsund deyð djór fram við vegnum, tá vit koyrdu til hendan mest herjaða landslutin, sum liggur um 500 kilometrar útsynning úr høvuðsstaðnum, Ulaam Baatar. Vegirnir eru sera ringir, og ofta verður koyrt eftir turru markunum ? sum í sera stóran mun minna um oyðimørk, hóast gróðurin nú skuldi sæðst.

Stóra fellið hjá bóndunum byrjaði í januar, og síðani tá er uppgjørt fram til í dag, at 412.800 djór eru deyð í hesum landslutinum. Hetta er 13.9% av øllum djórunum, men roknað verður við, at hetta talið fer at vaksa til tað dupulta áðrenn gróðurin í mai.

Hetta er eisini ringasta, tá kríatúrini skulu føða. Er ringt at fáa kríatúrunum føði er hvana verri at halda lív í teim smáu, tá heilsustøðan hjá djórunum er so vánalig.