Vinnumálaráðið hevur biðið Landsverkfrøðingin at gera uppskot til hvar nýggja samferðsluhavnin á Trongisvágsfirði kann byggjast til nýggja Smyril. Verandi havnarlag á Drelnesi kann ikki brúkast tí, sum sagt verður frá, er ov nógvur súður fram við syðra partinum á fjørðinum og verður tí neyðugt at leggja grótkast út á fjørðin at verja atløgubryggjuna.
Sambært uppskotinum skal samferðsluhavnin byggjast upp at Lítla Hólmi og grótkastið leggjast yvir innara part av økinum har stóra grynnan stutt úr landið verður partur í uppfyllingini. Við uppskotinum verður í framtíðini ikki siglandi inn um hólmin.
Lítli Hólmur er serstakt náttúruøki inna á Trongisvágsfirði og einasti í landinum av sínum slag. Frá Gálganum eystaru megin er Birgishavn og Punthavn og síðan stóra víkin innan fyri Lítla Hólm við Krambatanga og velduga sevinum og tarðaskóginum kring hólmin. Tarðaskógurin niður á 4 metra dýpi er upp í 6 hektarar í vídd og tí vækstrarstað hjá hópin av smákyknum, fiskayngli, igulgerðum, øðum og øðrum skelja-djórum. Nógv æða og onnur fuglasløg halda til í økinum, ið allarhelst eisini er ónerva av dálking frá húsarhaldum, vinnuvirkjum og alingini á fjørðinum.
Alt strandaøkið frá Gálganum og væl vestur um Lítla Hólm er náttúruøki burturav og nógv brúkt sum útferðapláss har siglast kann við smábátum inn um hólmin. Óføra áhugavert er at hava snøri ella tráðu við sær tá reyðfiskur, seiður og flundra altíð kann fáast. Dýpið millum hólmin og Krambatanga er 3 til 6 metur og er í støðum ljósur sandbotnur og áhugavert at kaga á botn og síggja alt tað lív, ið har fer fram.
Á Krambatanga eru fornar leivdir har miðvíst mark ikki kann setast fyri víddini á økinum. Fornminnissavnið hevur staðfest økið som friðað øki, og kann tað tí tykjast í meira lagi, at Tvøroyrar kommuna í nýggja og broytta býarplaninum hevur lagt alt økið fram við hólmin og í mark til forna økið út til havn og ídnaðarøki. Økið hevur annars stórt hall og er rættulig ónýtiligt til t.d. ídnaðarbygging.
Nýggi býarplanurin leggur næstan 2 kilometrar av havnarøki út og kann tað við stóra havnarlagnum á Tvøroyri sýnast í meira lagi, tá møguleikin fyri nýggjum havnarøki og bryggjukanti tá er nøktaður rættuliga nógv ár framyvir.
Friðingarnevndin fyri Suðuroyar Sýslu hevur viðmælt ætlaðu plasering av samferðsluhavnini og vísir í niðurstøðu síni einans til § 2.stk.2 nr. 1 í fyrsta parti í løgtingslóg um náturfriðing frá 9.juli 1970, har sagt verður, at innangarðs eigur ikki at verða bygt, uttan loyvi frá friðingarnevndini, undir bakkanum fra vallingini og omaneftir og á øki, ið eru upp til 100 metur frá bakkatromini, har eingin fjøra er frá meginsjóðarmálanum.
Annar partur viðger náttúrufriðing, ið friðingarnevndin einki ger við í niðurstøðu síni. Sambært hesum parti § 6 stk. 1, 2 og 3 kunnu friðingartiltøk setast í verk viðvíkjandi økum á landi, á vøtnum - og firðum - og áum, tá friðingin má haldast ynskilig av vísindaligum ella søguligum orsøkum. Eisini viðvíkjandi økum, ið bera av í vakurleika, hava sereyðkennir í landslagnum, plantigróður ella djóralívi, ið hava munandi týdning fyri fólk. Og afturat hesum fyri øki sum einsæris landsløg sum drangar, gjáir og gil, fossar, klettar, stórir steinar, áir, vøtn, trø og træhópar, - tá ið friðingin tykist ynskjandi í mun til vísindaligt ella søguligt virði, vakurleika ella sereyðkennir.
Føroya Náttúruverndarfelag hevur á aðalfundi 12. apríl viðgjørt ætlaðu plasering av samferðsluhavnini og vil harðliga mæla frá, at verkætlanin verður fram sum hon fyriliggur í løtuni. Sum er verður neyðugt at spreingja og dýpa havnarlagið, tá alt ov grunt er í innara parti í ferguplássinum. Allarhelst er orsøkin til ætlaðu plasering at avmarka nøgdina av gróti, ið leggjast skal út. Hólmurin sýnist sum partur av uppfyllingini, men er lítið ella heldur einki vunnið í kostnaðinum, tá spreingjast skal út í botnlendinum.
Vit vilja tí mæla til, at náttúruøkið við Lítla Hólm verður friðað og lagt út í býarplaninum sum frílendi til tryggjan av framtíðar møguleikum at njóta órørda náttúru og annars at tryggja eitt neyðugt livfrøðiligt margfaldni. Frástøðan til Drelnes og økisvíddin er ríkiliga stór til at samferðsluhavnin við fyrimunum kann flytast umleið 150 metur vestur so at rætta dýpið verður gagnnýtt og soleiðis at grótkastið heldur ger nýtslu av 10-12 metur grynnuni, ið liggur út fyri gomlu kirkjugarðsbrúnni. Tað sýnist ikki sum vegaíbindingin til landsveg er liðugt umhugsað. Hall er á landsvegastrekkinum og ein møgulig rundkoyring kann ikki fremjast uttan so at gamli kirkjugarðurin partvís verður tikin burtur.
Við hjáløgdu tekning verður heitt á Vinnumálaráðið og Tvøroyrar kommunu at bera so í bandi, at samferðsluhavnin verður flutt góðar 150 metur og Lítli Hólmur og økið kringum verður lagt út sum frílendi og náttúruøki burturav.