Lítið lógarbrot kann fáa álvarsligar avleiðingar

Ein smástuldur í einum handli kann forfylgja tjóvinum í fleiri ár

Eitt fólk er nú ikið ftri at hava stolið luktilsi í einum handli í Havn. Tjóvurin stakk fitt av luktilsi til síðis, men hann varð fangaður á einum vakmyndatólið og tí var lætt at vita, hvør tjóvurin var, so tann, sum átti handilin, gjørdi av at melda.

 

Løgreglan sigur, at nú gongur málið sína gongd. Løgreglan sigur, at stuldur úr handlum er rættiliga óvanligt í Føroyum, í hvussu so er, er tað sjáldan at tað verður meldað. Men tey siga, at hvat fólk helst ikki hugsa um, er, at slíkt fær álvarsligar avleiðingar fyri fólk, eisini hóast talan er um smáttarí, sum hetta.

 

Tann, sum verður meldaður og fær revsing, fær eina viðmerking í revsiváttanina, eisini hóast talan er um smástuldur, sigur løgreglan.

 

Samstundis er tað heilt vanligt nú, at tá ið arbeiðsgevarar søkja eftir fólki, vilja teir eisini hava eina revsiváttan frá umsøkjarum. Og tann, sum verður meldaður fyri at hava stolið eitt glas við luktilsi, ella eina pitsa, í einum handli, kann sostatt heldur ikki fáa eina reina revsiváttan, tí har er einki minstamark.

 

Tey siga, at ein viðmerking, sum hendan, verður standandi í eini fimm ár, áðrenn hon verður strikað aftur. Men er talan um at søkja eitt starv, har serlig krøv verða sett, eitt nú til starvsfólk, sum skulu viðgera persónsupplýsingar, verður viðmerkingin standandi í revsiváttanini enn longri.