Línuskip hava betri fisk

Jóhannus M. Olsen, formaður í Felagnum Línuskipum, sigur, at dygdin á línufiski ikki altíð hevur verið so góð, sum hon kundi havt verið.

- Men nú eru menn umborð á nøkrum av okkara línuskipum vorðnir meiri bevístir um hesi viðurskifti, soleiðis at enn størri dentur verður lagdur á at hava góðan fisk, tá landað verður.

Hann vísir á, at einki er broytt umborð á skipunum við dekki ella last, men at talan er heldur um eina hugburðsbroyting, og at menn eru vorðnir meiri bevístir um, at skal fiskaprísurin gerast betri, er neyðugt við betri góðsku á fiskinum.

- Sjálvandi hava línumenn eins og aðrir fiskimenn altíð roynt at gjørt sítt besta, men tað eru nøkur ting, sum kunnu gera støðuna enn betri, og tað er hetta, sum nú sæst aftur umborð á nøkrum av okkara línuskipum.

Jóhannus M. Olsen vísir á, at hugburðsbroytingin, sum hann sipar til, eitt nú snýr seg um, at fiskurin ikki sleppur at liggja, áðrenn hann verður kruvdur, at hann verður væl vaskaður og ísaður sum skjótast.

- Tað skal ikki so nógv til fyri at broyta og betra tingini eitt sindur. Talan kann eitt nú vera um, at menn ikki fara til kaffi, fyrr enn fiskurin er komin til høldar so skjótt og væl sum tilber.

Formaðurin í Felagnum Línuskipum vísir á, at tað eru skip og manningar, sum hava sæð hugburðsbroytingina aftur í frægari fiskaprísum, og í aðrar mátar hevur tað eisini víst seg, at meiri fokus er at dygdini á fiskinum.

- Alt kann gerast betri, og vit vóna sjálvsagt, at tann innsatsur, sum menn nú gera, við tíðini – og helst í nóg stóran mun - fer at síggjast aftur á fiskaprísunum, sigur formaðurin í Felagnum Línuskipum, Jóhannus M. Olsen.