Fiskivinna
Tað hevur gingið væl hjá føroysku línubátunum undir Íslandi í vár.
Í dag landa Jákup B og Pison á Kósini, og teir hava báðir um millum 130.000 og 140.000 í part.
Hetta er fyrsti túrurin hjá Pison undir Íslandi í vár, men annar túrurin hjá Jákupi B. Tann fyrra túrin høvdu teir 180.000 pund.
Skipini hava fiskað millum 10 og 13 dagar hvønn túrin.
Pól Fuglø, landingarformaður, sigur, at skipini hava selt fyri ein miðalprís, sum er einar 16 krónur fyri kg.
- Meginparturin av veiðini hjá skipunum er hýsa, sigur hann.
Helmingin minni
Mánadagin landaði línuskipið Núpur undan Íslandi. Teir høvdu 130.000 pund, og hjá teimum var eisini meginparturin av veiðini hýsa.
- Hendan dagin landaðu eisini Klakkur, Kvikk og Polarstjørnan, sum høvdu roynt undir Føroyum. Hesi skipini lógu um 70.000 pund í part.
Sum vit síggja, er veiðan hjá línuskipunum, sum royna undir Føroyum, bert helmingurin av veiðini hjá teimum, sum hava verið undir Íslandi.
- Eg havi skilt, at línuskipini, sum hava verið undir Íslandi, hava fingið upp í 18.000 pund á setuna.
Men fiskiskapurin hevur verið misjavnur. Summir dagar hava verið góðir, men aðrir dagar hava verið minni góðir. Sum heild, hava føroysku línuskipini undir Íslandi havt góðan fiskiskap í vár.
Stóran týdning
Pól Fuglø veit at siga, at Núpur hevði tveir rættiliga góðar túrar undir Íslandi í fyrraárs vár, tá ið teir tveir fylgjandi túrar komu heimaftur við 200.000 pundum
- Eg vænti ikki, at vit fara at landa fleiri skip aftrat hesa vikuna. Spurningurin er, um onkur trolari kemur inn at landa í endanum av vikuni, men tað er ivasamt, nú upsafiskiskapurin í løtuni er rættiliga slakur, sigur Pól Fuglø, landingarformaður.









