Samráðingar
Hóast hann fegnast um, at løgmálaráðharrin hevur slept onkrum av sínum krøvum, krevur landstýrismaðurin við lógarmálum, at løgtingssamtyktin um sjálvstýri Føroya Fólks skal fylgjast.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, fegnast um, at løgmálaráðharrin nú hevur slept kravinum um broytingar í Heimastýrislógini, tá tosað verður um yvirtøku av rættarmálum og løgreglu.
Men Høgni Hoydal vil ikki ganga við til at seta ein felags arbeiðsbólk at viðgera málini.
?Tað fer bara at draga málið út og í ringasta føri gera, at einki hendir, sigur hann.
Hinvegin vil Høgni Hoydal hava tveir arbeiðsbólkar. Ein føroyskan og ein danskan, sum hvør sær skulu gera skjótt av.
?Eg havi sagt løgmálaráðharanum, at løgtingssamtyktin um sjálvstýri Føroya fólks skal fylgjast. Og eg havi eisini sagt honum, at persóns- famlju- og arvarætturin skulu vera yvirtiknir í seinasta lagi 1. januar komandi, segði Høgni Hoydal í stuttari viðmerking við Sosialin, beint eftir, at fundurin var liðugur.