Um verandi samgongusamráðingar miseydnast, skulu flokkarnir í samráð hjá løgtingsformanninum. Tann, sum flest peika á, fær leiklutin at taka stig til nýggjar samráðingar Spenningurin er stórur í løtuni, hvørt tað fer at eydnast løgmanni at fáa eina nýggja samgongu upp at standa. Ongin ivi er um, at hetta er seinasti møguleiki hjá Jóannesi Eidesgaard at fáa eitt úrslit.
Hendir tað, at ongin samgonga spyrst burturúr millum hesar tríggjar flokkarnar, so verður tað Edmund Joensen sum løgtingsformaður, ið fær høvuðsleiklutin. Hetta til leygardagin, tá nýggja tingið kemur saman at velja nýggjan formannskap.
Í samráð við løgtingsformannin skulu flokkarnir peika á ein samráðingarleiðara. Løgtingsformaðurin ger so av, hvør skal vera nýggjur samráðingarleiðari.
Oftani gerst tað formaðurin fyri tann størsta flokkin, og um so verður hesaferð, verður tað Høgni Hoydal fyri Tjóðveldi. Men enn er langt frá komið hartil, og tað mest sannlíka er helst, at tað spyrst ein samgonga burtur úr teimum trimum samráðandi flokkunum.
Ongin ivi er um, at tað stendur mest á Javnaðarflokkinum, sum er í vanda fyri at enda í andstøðu, um tað ikki eydnast at skipa samgongu millum hesar tríggjar flokkarnar.