Løgreglan tikið fýra ávirkaðar bilførarar

Bæði í høvuðsstaðnum, Norðoyggjum og í Suðuroynni hevur løgreglan kannað bilførarar og bilar um vikuskiftið

Best stóð til í Klaksvík, har eingin bilførari varð tikin við kenning, hóast løgreglan var úti alla leygarnáttina og gjørdi paragraf 13 kanningar. Fleiri bilar vórðu kannaðir, men allir førararnir vóru edrúir.

Í Havn vórðu fýra førarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir. Fríggjanáttin var eitt ordiligt hál hjá løgregluni, tá tríggir førarar vórðu tiknir, meðan ein varð tikin leygarnáttina. Í Suðuroy var ein førari tikin við kenning leygarnáttina.

Teir førarar, sum eru tiknir fyri at koyra ávirkaðir, hava enn ikki mist koyrikortið. Løgreglan má bíða til úrslitið av blóðroyndunum av førarunum eru komið aftur úr Danmark, áðrenn meira verður gjørt við málini. Førararnir hava fingið eitt fyribils koyrikort, meðan bíðað verður eftir úrslitunum, men teir flestu kunnu vænta sær at koyrikortið verður tikið.


Avhoyringar vanta framvegis

Tveir størri eldsbrunar hava verið í Havn seinastu dagarnar, men enn er løgreglan ikki komin á mál í kanningunum, tí onkrar avhoyringar vanta.

Sunnumorgunin klokkan 6 á morgni fekk løgreglan fráboðan um eldsbruna í R.C. Effersøesgøtu. Løgreglan upplýsir, at einki illgrunasamt er við tí eldsbrunanum, men kanningararbeiði er enn ikki liðugt.

Við Sundsvegin var eldur í einum sethúsum í seinastu viku, men heldur ikki í hesum føri er kanningararbeiði liðugt.


Rýmdi frá óhappi

Leygardagin varð ein bilur ákoyrdur av eini knallert í Klaksvík. Drongurin á knallertini rýmdi tó av staðnum, og førarin kundi ikki greiða nærri frá, hvør sat á knallertini. Annars vóru eisini nøkur smærri ferðsluóhapp í Klaksvík, tó hendi eingin stórvegis skaði.

Í Froskmannafelagnum í Klaksvík hava ótangar verið uppá spæl fríggjanáttina. Har varð herverk framt, og onkur rútur varð brotin.