Nú um vikuskiftið gjørdi løgreglan í Føroyum eitt satt narkotika-kvett.
Tað hendi, tá ið løgreglan gjørdi húsarannsóknir í fleiri húsum og tí sambandi vórðu hald lagt á heili tvey kilo av rúsevnum.
Talan var um 0,9 kilo av amfetamini og 1,1 kilo av pulvuri, sum løgreglan metir er pulvur at gera ecstasy burturúr. Men nú skulu tekniskar kanningar endaliga staðfesta, hvat evni talan er um, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni í Føroyum.
Sostatt bendir alt á, at talan var um tvey kilo av hørðum rúsevnum og tað er nógv størsta mongd av hørðum rúsevnum, sum løgreglan í Føroyum nakrantíð hevur lagt hald á í einum.
Tá ið tað ræður um hørð rúsevni, hevur tað ongantíð verið talan um meiri enn nøkur hundrað gramm ísenn, men hesuferð var talan um heili tvey kilo.
Tilsamans er sannlíkt, at hesi evnini lættliga kunnu hava eitt søluvirði í Føroyum upp á yvir eina millión, alt eftir, hvørji evni tær teknisku kanningar vísa, at talan er um í hesum føri.
- Í hesum sambandi handtóku vit tveir mans og fríggjadagin vóru teir settur í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti. Har varð annar av teimum fongslaður í fýra vikur, sigur Bergleif Brimvík
Eftir avhoyringarnar í rættinum slepti ákæruvaldið kravinum um at varðhaldsfongsla hin mannin eisini. Hann er sostatt leyslatin aftur, men hann er framvegis skuldsettur.
Teir noktaðu seg sekar.
Tilsamans eru teir báðir skuldsettir fyri at hava hjálpt til at goyma og skipað fyri flutningi av heili 24 kilo av amfetamini, 14 kilo av ecstasypulvuri og 1000 ecstasytablettum.
Tvey kilo av hesum vórðu løgd upp og goymd í Føroyum ímeðan restin fór víðari til Íslands í einum stuttleikabáti.
Men eisini tann ferðin endaði brádliga, tí í Íslandi stóð løgreglan fyri teimum og har vórðu eisini nakrir mans handtiknir.
Annars eru fólk handtikin bæði í Danmark og í Noregi í hesum sama máli
Altjóða samstarv
Í sambandi við hetta rúsevnamáli, hevur løgreglan í Føroyum verið í einum tøttum, altjóða samstarvi, sum umfatar bæði føroyskar, íslendskar, danskar myndugleikar, umframt løgregluna í øðrum londum, bæði løgeglu og tollvald.
Bergleif Brimvík sigur, at tað var Europol, sum fyri nøkrum døgum síðani heitt á løgregluna í Føroyum um at kanna eftir um ein ávísur stuttleikabátur var at finna í føroyskari havn.
- Vit funnu bátin og síðani hava vit hildið eyga við honum.
Báturin skuldi til Íslands, men tað er sumt, sum bendir á, at teir fingu trupulleikar og løgdu upp í Føroyum á vegnum, har ein partur av rúsevnunum varð lagdur upp.
Í hesum sambandi var løgreglan í Íslandi eisini í Føroyum og samstarvaði við føroysku løgregluni.
Tá ið báturin fór víðari til Íslands, fylgdi danska sjóverjuskipið honum alla tíðina, til íslendskir myndugleikar tóku yvir og handtóku manningina, tá ið báturin kom í Havn.
Bergleif Brimvík sigur, at nú skulu fleiri kanningar gerast í málinum, men harðasta revsing fyri so umfatandi rúsevna-smugling er fongsul í heili 10 ár.