Løgmaður fund við Søvndal og Hammond

Í dag hevur verið fundur í Keypmannahavn millum løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen, Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, og Alequ Hammond, landsstýrisforkvinnu.

Tað boðar Løgmansskristovan frá.

?

Á skránni fyri fundin var m.a. føroyskur limaskapur í WTO, luttøkan hjá Ríkisfelagsskapinum í Arktiska Ráðnum og revsitiltøk frá ES í sildamálinum.?

Danska stjórnin greinar í løtuni, um ein føroyskur limaskapur í felagsskapinum fyri heimshandli, WTO, er sambæriligur við uttanríkispolitisku lógina og donsku grundlógina. Greiningin verður liðug seinni í ár, og løgmaður og danski uttanríkisráðharrin fara at viðgera málið í heyst, tá ið uttanríkisráðharrin kemur á sína árligu vitjan til Føroya.?

Føroyar, Danmark og Grønland eru samd um at standa saman um at arbeiða fyri, at ríkisfelagsskapurin varðveitir tríggjar sessir við fundarborðið í Arktiska Ráðnum. Danska uttanríkisráðið samskiftir við Kanada, sum hevur yvirtikið formansskapin í Arktiska Ráðnum, og roynir at ávirka kanadisku stjórnina at góðtaka ynskini hjá Kongsríki Danmarkar um føroysku og grønlendsku luttøkuna. ?

Landsstýrið hevur fingið skriv frá ES um revsitiltøk, og í løtuni fyrireikar landsstýrið eitt svar. Løgmaður fekk at vita, at danska stjórnin í sínum samskifti við ES-nevndina roynir at forða fyri, at ES fer at seta tiltøk í verk ímóti Føroyum.