Lágløntir pensjonistar vinna mest
Samanbera vit, hvat fólkapensjonistar fáa nú, við tað sum teir fara at fáa í 2012 og í 2020, tá allar broytingar eru gjøgnumførdar, so verður hetta úrslitið:
2012, stakur pensjonistur:
Allir stakir pensjonistar við ársinntøku upp til 287.000 kr fáa eina hækking í samlaðu pensjónini - í miðal 500 kr. meir um mánaðin.
Øll omanfyri 287.000 fáa minni. T.d. fáa øll oman fyri 335.000 í ársinntøku 1040 kr minni um mánaðin.
?2020, stakur pensjonistur:
Allir stakir pensjonistar við ársinntøku upp til 378.000 kr fáa eina hækking í samlaðu pensjónini - í miðal 1500 kr. meir um mánaðin.
Øll omanfyri 378.000 fáa minni. T.d. fær ein við 500.000 í ársinntøku uml. 2200 kr minni um mánaðin.
?2012, giftur pensjonistur:
Allir giftir pensjonistar við ársinntøku upp til 240.000 kr fáa eina hækking í samlaðu pensjónini - í miðal 335 kr. um mánaðin.
Øll omanfyri 240.000 fáa minni. T.d. fáa øll oman fyri 310.000 í ársinntøku uml. 1100 kr minni um mánaðin.
?2020, giftur pensjonistur:
Allir giftir pensjonistar við ársinntøku upp til 310.000 kr fáa eina hækking í samlaðu pensjónini - í miðal einar 1200 kr. um mánaðin.
Øll omanfyri 310.000 fáa minni. T.d. fær ein við 380.000 í ársinntøku uml. 1500 kr minni um mánaðin.
Fólkapensjónin verður styrkt
Síðan kreppuárini í 90-unum hevur fólkapensjónin verið misrøkt, við at neyðugar dagføringar ikki eru gjørdar. Nú verða so nógvir batar gjørdar við fólkapensjónini, at saman við Samhaldsfasta fer hon frameftir at verða eitt dygt inntøkugrundarlag hjá teim veikastu pensjonistunum og eitt kærkomið ískoyti hjá hinum. ?
Fólkapensjónin dýrtíðarregulerað
Grundupphæddin hevur verið fastfryst síðan 1999 og er minkað í virði á hvørjum árið. Nú verður øll fólkapensjónin dýrtíðarregulerað, við miðaltalinum av hækkingini í prístalinum og sáttmálalønunum.
Mótrokningin millum hjún tikin burtur
Higartil hevur verið eyðmýkjandi mótrokning millum hjún við ymiskum inntøkum. Henda mótrokning verður nú tikin burtur. Tey fara at fáa sína pensjón, uttan mun til inntøkuna hjá hinum partinum.
Loysa seg betur at arbeiða sum pensjonist
Í dag hava vit eina mótrokningarfría upphædd uppá 60 t. kr. um árið. Men fert tú upp um hetta í inntøku, so slær hamarin við eini mótrokning uppá 60%, og haraftrat eini 10-15% burturav í skatt. Tað drepur allan hug at hava eitthvørt arbeiði sum pensjonistur.
Nú verður mótrokningin minkað líðandi úr 60 niður í 30%, og mótrokningarfría upphæddin samstundis minkað líðandi úr 60 til 30 t. kr. Tá verður nógv meira eftir av inntøkuni, um pensjonistar við góðari heilsu og huga vilja halda fram at arbeiða nøkur ár aftrat.
Frá lummapengum til egna pensjón
Í dag eru pensjonistar, ið búgva á ellis- og røktarheimi í teirri vanæriligu støðu, at teirra pensjón verður afturhildin, og í staðin fáa tey sonevndar “lummapengar”. Nú fara tey at fáa sína fullu pensjón, og so ístaðin gjalda fyri vistarhald á heiminum.
Menningartarnað og sálarsjúk egna pensjón
Sama broyting verður gjørd fyri búfólk á stovnum fyri menningartarnað, sálarsjúk og onnur á stovnum undir serforsorgini, eins og á Psykiatriska Deplinum.
Samhaldsfasti verður hækkaður
Í allari nýskipanini av fólkapensjónini verður eisini inngjald og útgjald úr Samhaldsfasta hækkað, so útgjaldið kann hækkað úr 2.690 kr. um mán. til 3.075 í 2012 og 3.463 í 2020. Samhaldsfasti heldur fram við somu skipan: øll gjalda inn í mun til inntøku, men øll fáa tað sama útgoldið.
Nýggj eftirlønarskipan avloysir fløkju
Í dag hava vit eina fløkju av misjøvnum eftirlønarskipanum hjá ymisku fakbólkunum á arbeiðsmarknaðinum. Onkur hevur 17-18%, onnur 9% ella minni. Onkur hevur lívrentu, onnur blanding av lívrentu, ratutrygging og kapitalpensjón. Og aftur onkur reina kapitalpensjón. Summar skipanir eru í føroyskum stovnum og aðrar í stórum donskum pensjónskassum. Allastaðni eru treytirnar ymiskar, og trygdin hjá pensjonistunum somuleiðis sera ymisk. Tí er tað ein fyrimunur, at vit nú fáa eina samskipaða eftirlønarskipan, sum setir greið minstakrøv til trygdina fyri eftirlønina hjá føroysku lønmóttakarunum.
Burtur við skattgjaldaragávu til kapitalpensjónistar
Higartil hava vælbjargaðir privatpersónar og fleiri fakbólkar, m.a. akademikararnir og onnur starvsfólk, havt sera lukrativar pensjónsskipanir sum kapitalpensjónir. Tvs. at í staðin fyri eina eftirløn, ið verður goldin í mánaðarligum upphæddum, hava tey spart upp til eina reina kapitalpensjón, sum verður goldin út í einum við veldugari upphædd, tá tey fara frá.
Fidusurin við kapitalpensjónini er, at tey hava fingið hinar skattgjaldararnar at gjalda ein stóran part av teirra pensjón: Tí av teirra samlaða inngjaldið til kapitalpensjónina hava tey havt ein skattafrádrátt svarandi til 57% av inngjaldinum, men tey skulu bara gjalda 35% í skatti, tá kapitalpensjónin verður útgoldin. Altso 22% niður í lumman, sum man ikki sjálvur men hini hava goldið fyri.
Hetta óskilið verður nú tikið av! Tvs. at kapitalpensjónir hereftir fáa ongan skattafrádrátt. Tað átti sjálvsagt at verið steðgað fyri langari tíð síðan.
Ein meira samhaldsføst pensjónsskipan
Eg vóni at ein og hvør kann lesa burtur úr hesum, at við nýggju pensjónsskipanini fáa vit eina nógv meira samhaldsfasta pensjónsskipan.
Øll fáa tryggjað eina sámiliga pensjón, bæði tey uttan nakrað arbeiðsinntøku, eins og øll onnur, sum koma at gjalda inn lutfalsliga eftir arbeiðsinntøku.
Øll fara at fáa ein lut úr felagsinngjaldinum til Samhaldsfasta og skattaskipanina, men við broyttari mótrokningarskipan og burturtøku av skattafíggjaðum framíhjárættindi hjá vælbjargaðum, fara láginntøkurnar at fáa mest burturúr nýskipanini.
Onki verður skrumblað – tað er góð tíð
Sjálvsagt er okkurt í hesum stóra pensjónsreforminum, sum kann gerast betri. Men tað fáa vit eisini góða tíð til nú, ið málið er komið fyri tingið.
Kritikkurin um at nú verður hetta málið skrumblað ígjøgnum, er ósakligur. Pensjónsreformurin er fyrireikaður væl og longi. Allir partar hava verið inni í tilgongdini, og neyvan nakað mál er fyrireikað so gjøllað og í so tøttum dialogi við avvarandi partar – og har so nógvar tillagingar eru gjørdar eftir ynskjunum hjá avvarandi pørtum. Man kann altíð blíva við at sita og pilka við smálutir og aldrin koma á mál – og kanska enntá summi ynskja at órógva so mikið, at alt málið dettur niðurfyri!
Men nú málið er komið í løgtingið, er góð tíð og góðir møguleikar hjá øllum pørtum at gera vart við seg enn einaferð. Allir partar, sum vara av pensjónsskipanini, koma til hoyringar í nevndini.
Sjálvi halda vit í Javnaðarflokkinum, at her er bæði eitt og annað, sum vit fara at arbeiða fyri at fáa broytt enn meira tann vegin, vit hugsa. Tað er tað, man hevur nevndarviðgerðina til. Eg vænti neyvan hon verður liðug áðrenn 1. Mai.