Kynstrið er at manipulera

Kundar gerast alsamt meir kræsnir og krevjandi, og kappingin um teir er harðari enn nakrantíð fyrr. Tí má eitt dugnaligt sølufólk duga meir í dag enn bara at selja eina vøru, sigur Kim Müller, sølumaður og fyrilestrahaldari.

Herfyri var danski sølustjórin Kim Müller í Føroyum og helt tveir fyrilestrar um, hvussu tú kanst gerast eitt betri sølu- og tænastufólk. Tað var felagið IRIS í Klaksvík, sum hevði fingið Kim at koma hendanvegin. Stigtakarnir Jógvan Eliasen og Niclas Heri Jákupsson dylja ikki yvir, at eftir teirra tykki hava føroyingar nógv eftir at læra innan sølu og kanska serliga tænastu.
Kim Müller hevur fleiri útbúgvingar í sølu- og tænastuyrkinum, umframt drúgvar royndir bæði sum sølumaður og skeiðs- og fyrilestrahaldari.
Vánaligir seljarar
Heimurin er fullur av vánaligum sølufólkum, og sum kundar fata vit ikki, hví tey sjálvi ikki fata, hvussu troyttandi tey eru, sigur Kim. Og tað syndarliga er, at tey gera júst tað, tey hava fingi boð um frá stjóranum. Trupulleikin er, at tey hava ein stjóra, sum bara hugsar um eitt: at selja vøruna. Fær sølufólki so eisini provisjón fyri vøruna, ger tað bara støðuna uppaftur verri.
Eg ivist ikki í, at tað eru ávísir klændnahandlar her í Føroyum, tú aldrin fer inn í aftur. Tað eru teir handlar, har tú neyvan ert komin inn um gáttina, áðrenn sølufólki mest sum krøkir seg í teg við sínum tilboðum um hjálp, góðu ráðum og tilgjørdu smílum. Tað slagið av sølufólki, sum eru so ágangandi, at tey næstan enda inni í rúminum saman við tær, har tú roynir nýggj undirklæðir. Eitt er, at ongin av okkum brýggjar seg um, at fremmand fólk traðka inn um okkara persónliga og privata mark. Men kundin er heldur ikki býttur, og hann merkir alt fyri eitt, at sølufólkið bara reksar eina lektiu upp, sum viðkomandi hevur lært uttanat. Slík sølufólk kennast sum ein plága, og kundin fær hug at renna skríggjandi út. Ella, sum vit plaga at siga, kundin rýmir undan tí vánaligu kensluni.
Vit leita øll allatíðina eftir tí góðu kensluni. Og hana fáa vit millum annað í einum handli, har vit fáa frið og hjálp, tá vit hava brúk fyri tí, sigur Kim.
Kynstrið er at manipulera
Men ein góður sølumaður - er tað ikki bara ein, sum dugir serliga væl at manipulera fólk?
Jú, avgjørt. Men ikki í tí týdninginum, vit vanliga leggja í orðið "manipulera". Tú kanst altíð manipulera fólk til at keypa eina vøru, tey ikki ynskja. Og tað finnast ein ørgrynna av skeiðum fyri sølufólk, har tú lærir at tosa uppá ein slíkan máta, at kundin ikki kann siga nei. Tað eitur eisini at snýta. Men tú kanst verað vís í, at hvørki tann snýtti kundin ella nakar, hann kennir, setur fótin aftur í tín handil. So tað er ein spurningur, hvør hevur snýtt hvønn, staðfestir Kim.
Men tú kanst eisni manipulera ein kunda til at dáma teg, sjálvt um hann ongantíð hava sæð teg fyrr. Tú kanst fáa kundan at kenna seg so væl saman við tær, at hann fær hug at koma aftur og aftur. Ella uppaftur betri - hann fer og fortelur øllum, hann kennir, um ta góðu viðferðina og tænastuna, hann fekk í tínum handli. Tað er ikki víst, at kundin keypir nakað beinanveg, men tað er heldur ikki tað, tað fyrst og fremst snýr seg um, sigur Kim.
Forelskilsisteknikkir
Um alt hetta ikki snýr seg um at selja, hvat snýr tað seg so um?
Tað snýr seg um at selja seg sjálvan, sigur Kim, og tað er nakað, vit øll hava gjørt, líka síðani vit fyrstu ferð royndu at fáa mammu at siga, at vit vóru fitt og dugnalig. Tann allarbesta frálæran, tú kanst fáa í at selja teg sjálvan, fært tú við at eygleiða eitt forelskað par eina løtu. Tey brúka alla sína orku uppá at finna út av, hvat tað er, hin helst vil hava og so at gera júst tað fyri at verða góðtikin. Tey sita og spegla hvønnannan, brúka somu orð, somu rørslir, somu tónalegu fyri at koma í tættari samband. Tað forelskaða parið ger ein stóran part av øllum hesum ótilvitað - tað er forelskilsi, sum fær tey at bera seg soleiðis at. Við eitt sindur av venjing kunnu øll læra seg at brúka hesar "forelskilsisteknikkir" tilvitað, til dømis fyri at skapa eitt heilt serligt samband millum sølufólk og kunda.
Men tú kanst ikki bara læra teg ein góðan søluhátt, og so satsa uppá, at hann virkar líka uppá allar kundar. Tí áðrenn tú fært nakað av hesum at rigga, mást tú minnast til, at allir kundar eisini eru menniskja við egnum meiningum, lívsvirðum, politisku áskoðanum o.s.fr. Tú skalt fara við hvørjum einasta kunda, sum við einum, tú sera fegin vilt koma at kenna betri, kanska enntá gerast vinfólk við. Byrja við einum smíli, nátúrligum forvitni og avslappaðum kropsmáli, og laga so restina av tínum atburði eftir kundanum niður í minsta smálut.
»Dippeduttar«
Eitt tað fyrsta, eitt gott sølufolk ger, er at brúka sama mál, sum kundin, sigur Kim.
Lat okkum ímynda okkum, at tú kemur inn í mín handil at keypa eina vaskimaskinu.
Tað fyrsta eg geri, er heilt einfalt at spyrja, hvat tú hevur brúk fyri. Um tú so sigur, at maskinan also ikki skal hava ov nógvar dippeduttar og skal vinda toyið væl, so fari eg eisini at tosa um dippeduttar og at vinda toy, sjálvt um onki av hasum eitur soleiðis. Eg havi lagt mær í geyma, hvørji orð tú brúkar, tí tey siga rættiliga nógv um teg sum menniskja - í hesum føri, at tú ikki hevur skil fyri tøkni, og heldur ikki letur teg taka av fótum av tí. Tá eg so eisini fari at tosa um dippeduttar, vísir tað, at eg skilji akkurát, hvat tú meinar og undirskilt, at eg eri samdur við tær.
Ein vánaligur sølumaður fer at tosa um snúningar pr. sekund í staðin fyri at vinda toyið og byrjar at brúka alskyns fløkt tøknilig heiti fyri dippeduttarnar. Hann heldur seg imponera teg við síni øgiligu vitan um vøruna, men tað einasta, sum hendir, er, at hann styggir teg burtur, tí tit als ikki tosa sama mál longur.
Bakka út
Eitt dugnaligt sølufólk dugir eisini at bakka út, tá tað er neyðugt. Tú skalt duga at siga, "Tíverri, hatta kann eg ikki hjálpa tær við". Harvið vísir tú virðing fyri tørvinum, kundin hevur. Eitt sølufólk, sum uttan fyrilit byrjar at at draga ein vøru fyri og aðra eftir fram, sum kundin als ikki hevur spurt um, tosar í grundini niður til kundan, sum til endan gevur eftir bara fyri frið skyld. Kundin kennir seg settan út úr spælinum, ómynduggjørdan, og tað bríggjar ongin seg um. Og tað also rættiliga stórur munur á, um tú stendur eftir við eini kenslu av, at tú keypti eina vaskimaskinu ella av, at sølumaðurin seldi tær eina vaskimaskinu.
Ein royndur sølumaður gitir sum oftast rættiliga skjótt, hvat tað er, kundin vil hava. Men hann skal duga at halda hesa vitan fyri seg sjálvan, inntil kundin sjálvur setur orð á síni ynski. Tað ræður um, at lata kundan fáa ta fatan, at at hann sjálvur hevur tikið avgerðina og valt vøruna. At tínir spurningar hava verið so leiðandi, at hann illa kundi velja annarleiðis, hevur minni at siga. Tað er kenslan, kundin fer útaftur við, sum er avgerandi.
Óðir kundar
Alt hetta ljóðar jú ógvuliga lætt, og tú skuldi næstan trúð, at eitt sølufólk er ein, sum altíð er í góðum lag, og at ómøguligir kundar als ikki eru til. Men soleiðis er tað jú ikki. Hvat ger so ein dugnaligur sølumaður við ein spinnandi óðan kunda, sum til dømis kemur inn at klaga um eina vøru?
Tað einasta, tú ikki skalt gera, er at royna at sissa kundan við at tosað róliga við hann, sigur Kim. Onki kann øsa fólk meir upp enn ein persónur, sum bara letur sum onki. Eitt sølufólk skal altíð laga seg eftir sinnalagnum hjá kundanum, eisini tá kundin er óður. Tað merkir sjálvandi ikki, at sølufólki eisini skal byrjað spilla vøruna út ella geva kundanum rætt í, at vøran er nakað lort, um tað er tað, tað snýr seg um. Men kundin hevur uttan iva vundið seg upp bæði við tónalegu, armrørslum og eygnabráði, og tað skal sølufólki fylgja. Vind teg upp á sama støðið, sum kundin, inntil hann skilur, at tú skilur hansara øði og byrja so spakuliga at fáa hann niður aftur jørðina. Tú skalt vera púra vís í, at hatta riggar, tí kundin hevur jú ikki hug at standa har og blíva við at skelda. Hann vil hava, at tú gevur honum rætt, og tað kanst tú gera óbeinleiðis, við at lata sum um tú ert líka østur, sum hann.
Kassadáman er avgerandi liðið
Flestu fólk halda, at einasta uppgávan hjá kassadámuni er at siga tær, hvat vørunar kosta og síðani taka rætt fyri tær. Soleiðis sær tað eisini út, men tað hvílir ein nógv størri ábyrgd á herunum á kassadámuni, nevniliga ábyrgdin fyri at kundin yvirhøvur tímir at koma innaftur í handilin ella handilsmiðstøðina, um tað skal vera.
Onki er so troyttandi, sum at standa móður í eini langari kø frammanfyri kassanum. Og tað er neyvan nakað meir irriterandi, enn at síggja beint inn í andlitið á eini gronutari ella líkasælari kassadamu, tá tú umsíðir sleppur framat. Tað kann til dømis hugsast, at tú hevur brúkt fleiri tímar inni í SMS og síðani endar innkeypstúrin inni í Miklagarði. Har verður tað kassadáman, sum gevur tær seinastu upplivingina, løtuna, tú tekur við tær heim. Hyggur hon upp við einum smíli og kanska eini lítlari, vinarligari viðmerking, setur tað ikki bara dám allan innkeypstúrin. Tað verður eisini løtan, tú minnist, tá tú fert heim, og sum ger av, um tú tímir at fara innaftur eina aðru ferð.
Kenslur til sølu
Tøknisamfelagið og kunningarsamfelagið eru søga, minnir Kim á. Vit eru longu væl á veg inn í kenslu- og upplivingarsamfelagið, og tað setur heilt nýggj krøv til ikki minst sølu- og tænastuyrki. Kundar eru vorðnir alsamt meir kræsnir og krevjandi. Teir taka tað sum givið, at vøran virkar, sum hon skal, og at eitt minst líka gott tilboð er at fáa í næsta handli. Tøkniligir fyrimunir, góð tilboð og nøktandi kunning er also ikki nokk til at selja eina vøru í dag. Tey eru ein sjálvfylgja.
Navnframi Simon Spies var uppá so nógvar mátar fyri sína tíð, ikki minst tá hann segði: "Eg selji ikki ferðir, eg selji upplivingar." Góð sølufólk í dag selja ikki vørur. Tey selja fyrst og fremst góðar kenslur og upplivingar, sum kundin vil sleppa at uppliva umaftur og umaftur, sigur Kim Müller at enda.