LYKLAORÐINI í øllum hesum eru svartkjaftur og fiskiloyvi. Hetta hevur uttan iva fingið onkran at spyrja, hvar býr undir øllum hesum. Sjálvandi er tað í lagi, at vit knýta samstarv við onnur lond og reiðarí, men her má farast fram við skili, og eingi kort eiga at vera fjald.
SPURNINGARNIR, sum stinga seg upp í hesum sambandi, eru m.a.: hvussu ber tað til, at somu menn, hvørs skip fara á heysin, kortini sleppa at varðveita fiskiloyvini og kunnu selja tey víðari við millióna vinningi - um somu tíð - sum somu menn ikki hava ráð at gjalda hvørjum sítt, tá skip teirra fara á heysin? Og hvat siga okkara fiskivinnumyndugleikar til, at risatrolarar koma inn á føroyskt øki at ?dustsúgva? grunnarnar? Hvørja trygd hava vit fyri, at hesi skip ikki nerva aðrar stovnar.?
TAÐ er møguligt, at okkurt skilagott kann spyrjast burtur úr einum samarbeiði, har útlendsk skip koma inn á landgrunnin at veiða og viðgera svartkjaft, ið føroyskir nótabátar kunnu avreiða til. Hetta hava vit hoyrt um áður, og tá talan er um at fara undir framleiðslu av surimi, so er hetta eisini nakað, ið vit hava hoyrt um áður. Bæði á landi og á sjónum hava føroyingar roynt seg á surimiøkinum - men máttu gevast. Nú kann verða spurt, hvussu slík framleiðsla kann bera til í dag, tá henni ikki varð lív lagað fyrr?
TAÐer rætt at loyva vinnulívsmonnum og reiðaríum at troyta teir møguleikar, sum eru og sum í dag ikki verða troyttir í nóg stóran mun. Tað er rætt at samstarva við aðrar, um hetta gagnar samfelagnum, men tað er eisini rætt at ansa eftir, at føroyingar ikki bara gerast strámenn hjá útlendskum kapitalkreftum fyri løtuvinning.
VIT sum liva í dag hava eina ábyrgd fyri okkum sjálvum og okkara - at síggja, skapa og troyta møguleikar. Men hetta má gerast við størsta skynsemi og ábyrgdarkenslu mótvegis okkara eftirkomarum. Vit hava skyldu til at virða ta ríkidømi, sum Skaparin gav, og lata tað víðari til okkara børn. Vit hava bert fingið hetta til láns frá eftirkomarunum.