Kvotan er fimm toskar um dagin

Frikadellufiskimenn í vestara parti av Eystursjónum sleppa nú bara at fiska fimm toskar um dagin - og bert tríggjar í februar og mars.

Í samband við nýggjar kvotuásetingar í Eystursjónum eru nú eisini avmarkingar settar fyri, hvussu nógvar toskar frítíðarfiskimenn - ella frikadellufiskimenn - sleppa at fiska um dagin.

 

Frá 1. januar í ár at rokna sleppa frikadellufiskimenn í vestara parti av Eystursjónum í mesta lagi fiska fimm toskar um dagin - og bert tríggjar í februar og mars. 

 

Um onkur heldur, at hesi tíðindi eru rong, kunnu tey lesast á ymiskum donskum heimasíðum, eitt nú á www.fiskeavisen.dk sum vísir til danska NaturErhvervstyrelsen.

 

Nýggju reglurnar eru galdandi fyri vestara part av Eystursjónum, og sagt verður, at endamálið við avmarkingunum er at byggja upp aftur toskastovnin í økinum.

 

Men, tað eru ikki bara frikadellufiskimenn, sum verða raktir av hesi áseting, men eisini bátar, sum fara út at fiska við ferðafólki. Her eru nevniliga somu reglur galdandi.


Vinnuligu toskakvoturnar í vestara parti av Eystursjónum eru annars minkaðar við 56 prosentum í 2017, og sagt verður, at øll mugu viðvirka til at byggja toskastovnin uppaftur.