Í næstan 45 ár hevur Kvartettin í Betesda sungið á møtum og samkomum kring landið, og nú verða teir akutellir við nýggjari útgávu. Kvartettin hevur verið í Nashville og gjørt upptøkur til nýggja útgávu, sum ætlandi skal koma út í november mánaði. Kvartettin gav LP-plátu og kassettuband út í 1975.
- Nú hava vit skjótt 45 ár á baki, og tí hildu vit, at tað var eitt gott hugskot at geva eina nýggja fløgu út. Mong hava spurt eftir einari útgávu frá okkum, og nú bleiv tað so, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, sum er ein av sangarunum í Kvartettini.
Beiggi Steinbjørn, Eyðun Jacobsen, var fyri kortum í Nashville og tók upp, og hann mælti til, at teir fóru til USA at taka upp.
- Tað var leyst og liðugt frá okkara síðu, og vit høvdu eina framúr ferð til Nashville, har vit brúktu eina slaka viku til upptøkur og annars fingu góðar upplivingar har yviri, sigur Steinbjørn.
Kvartettin í Betesda ætlar at hava útgávukonsert í sambandi við nýggju fløguna – tað verður um hálvan november.