FLOGBÓLTUR
Dysturin ímóti Menorca seinnapartin í gjár var avgerandi fyri, hvørja mótstøðu føroysku kvinnurnar skuldu fáa í hálvfinaluni. Tíbetur eydnaðist at fáa ein sigur, so tað verður Bermuda, sum er mótstøðuliðið í hálvfinaluni – og ikki Saaremaa, ið næstan altíð hevur væl besta liðið.
Føroysku kvinnurnar tóktust eisini tendraðar frá byrjan og vunnu fyrsta sett sannførandi, 25-19. Men í øðrum setti fór innsatsurin niður í botn, samstundis sum feilirnir hópaðu seg upp, og tapið gjørdist 12-25, sum er ein ordans avsmurningur. Tíbetur áttu tær frá Menorca eisini ein niðurtúr, sum tær fingu í triðja setti, ið Føroyar vunnu 25-13.
Nú var alt avgerandi at vinna fjórða sett, og tað eydnaðist eisini. Góða spælið frá triðja setti helt fram, og hóast Menorca av øllum alvi royndi at svara aftur, gjørdist einki, og okkara vunnu 25-19. Her var tað serliga føroyska álopsspælið, ið kom til sín rætt, og tað var stuttligt at síggja.
Bara tveir dystir eru eftir, og tann fyrri er hálvfinalan ímóti Bermuda, sum verður spæld eftir at hesar reglur eru skrivaðar. Men heldur liðið fram í sama stíli, kann ein sigur eisini spyrjast burturúr. Og við tí menning, vit hava sæð í føroyska spælinum gjøgnum kappingina, er ikki óhugsandi, at Føroyar aftur kunnu allan vegin – um tað altso eydnast at vinna sæti í finaluni.









