Kunngerð um friðing var dropin

Tað var tí at Jákup Mikkelsen setti eina kunngerð úr gildi um at friða allar leiðir innan fyri hálvan annan fjórðing, at Kaj Leo Johannesen loysti Jákup Mikkelsen úr starvi.

Tað sigur Jákup Mikkelsen við Rás2 nú klokkan 15.

Hann sigur, at hendan friðingin forðar nøkrum fáum útróðrarmonnum at friða inni við land. Hann sigur eisini, at hann hevur kunnað um málið á landsstýrisfundi, hann hevur verið í flokkunum og greitt frá, eins og hann eisini hevur kunnað løgmann.

– Eg spurdi eisini løgmann, um hetta kundi fáa avleiðingar, men tað fekk tað ikki, segði hann.

Jákup Mikkelsen skilir einki av tí heila, og hann sigur, at sjálvandi fær hendan avgerð løgmans avleiðingar fyri samgongusamstarvið.