Kunna íslendingar um føroysk virðisbrøv

Virðisbrævamarknaðurin skipar í næstu viku fyri kunnandi fundi í Íslandi um føroysk virðisbrøv Síðan juni mánað er marknaðarvirðið á føroyskum virðisbrøvum meiri enn trífaldað - frá 3 mia. krónum til meiri enn 10. mia. krónur. Tann 10. desember 2007 verður Atlantic Airways skrásett á VMF á OMX-Iceland, og Væntandi verða fleiri føroyskar fyritøkur skrásettar komandi árini.

Í hesum sambandi skipar Virðisbrævamarknaður Føroya fyri kunningarfundi týsdagin 11. desember 2007 við framløgum um útlit fyri føroyskan búskap, vinnugreining og framløgum hjá føroyskum fyritøkum, sum eru skrásettar á virðisbrævamarknaðinum. Endamálið við fundinum er at vekja áhuga hjá íslendskum íleggjarum um føroysk virðisbrøv skrásett á VMF á OMX-Iceland.

Aftan á 10. desember 2007 verða íalt 4 fyritøkur og 3 lánsbrøv skrásett á VMF á OMX-Iceland.