Heimskendi amerikanski rithøvundin Ernest Hemingway búði ein part av sínum lívi á Kuba. Har skrivaði hann fleiri av sínum bókum – millum annað Nobel heiðursløntu bókina “Gamli maðurin og havið” – og eftir hann leggja nógv skjøl.
Nú hava myndugleikar á Kuba avgjørt at lata amerikanskum granskarum meira enn 2.000 skjøl, sum Ernest Hemingway lat liggja eftir seg, tá ið hann gjørdi sjálvmorð í 1961.
Skjølini hava verið goymd á savninum Finca Vigia í Havana og er nú talgilt og send til John F. Kennedy savnið í USA.
Millum skjølini er eitt fjarrit frá Nobel nevndini, sum í 1954 gav Hemingway bókmentaheiðurslønina.