Kroatia vann tepurt á Eysturríki

Tað eydnaðist Kroatia at knógva Eysturríki við einum 26-23 sigri. Støðan í hálvleikinum var 11-10 til Kroatia.

 

Kroatia legði hart út, og alt gekk teirra veg í byrjanini. Kroatia kom á odda 11-5, men so fekk eysturríkska liðið ein góðan endaspurt ímóti endanum av fyrra hálvleiki, so Kroatia bert var á odda 11-10.

 

Liðini fylgdust allan seinna hálvleik, men ímóti dystarenda megnaði Kroatia at skapa ta endaligu frástøðuna. Ìslendski venjarin hjá Eysturríki, Dagur Sigurðsson var rikin av vølli, tí hann mótmælti harðliga, at dómarnir tóku eina fría málatsókn frá Eysturríki, tá støðan var 23-21 til Kroatia.

 

Ivan Cupic skoraði 6 mál fyri Kroatia og Domagoj Duvnjak skoraði 5 mál. Hjá Eysturríki skoraðu Viktor Szilagyi og Roland Schlinger báðir 5 mál.