Týsdagin er 2. viðgerð av uppskotinum hjá Kristinu Háfoss, Løgtingskvinna, viðvíkjandi privatum stuðli til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni.
Í viðmerkingingunum til lógaruppskotið stendur, at endamálið við lógini er at tryggja, at almenningurin altíð kann fáa fult innlit í, hvussu politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fíggja valstríð og virksemi teirra, herundir hvør privatur stuðul verður latin flokkum, løgtingslimum og valevnum.
Í dag eru politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni ikki áløgd at upplýsa alment um møguligan privatan stuðul. Hetta ger, at almenningurin ikki veit um og í hvønn mun politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni eru privat stuðlað og harvið hava fíggjarligt tilknýti til privatar stuðlar.
- Hetta lógaruppskot fer at broyta hesa støðu, og harvið gerst gjøgnumskygnið og rættartrygdin størri í politisku skipanini í Føroyum, sigur Kristina Háfoss, í viðmerkingunum til lógina.
Í komandi viku verður nógv á skránni í Løgtinginum, nú tá ið tað er nógv sum skal avgreiðast áðrenn árið er av. Týsdagin eru ikki færri enn 16 mál til viðgerðar, og ímillum hesi, er uppskotið hjá Kristinu Háfoss, viðvíkjandi privatum stuðli til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni.