Kristina á veg við útgávu

Kristina Heldarskarð kemur í næstum á marknaðin við fløgu, har hon syngur góðar og gamlar slagarar, t.d. The Rose og Crazy. The Rose er nú á føroyskum, og nevnist Rósan. Eisini eru Beatles løg og føroysk løg at hoyra

Kristina Heldarskarð býr í Danmark og har syngur hon nógv til veitslur og annað í duettini Fjús.

Nú hevur hon verið í upptøkuhølunum í heimstaðnum Klaksvík. Í Studio Pegasus hevur hon sungið inn nógvar av góðu gomlu slagarunum og har er eitt sindur til tey flestu.

Lagið The Rose, ið vit kenna frá Bette Midler , er latið í føroyskan búna. Onnur løg eru t.d. Crazy hjá Patsy Klein, Beatleslagið Here, There and Everywhere, You got a friend og Nú hvítna tindar.

Kristina er von at spæla við Fjús, men her er talan um fløguætlan, har hon stendur á egnum beinum. Hon hevur fingið pápan við uppá harmoniku og beiggi hennara syngur k?or.

Annars eru tónleikarar við sum t.d. Erik Biskupstøð, Ingi Isaksen, Ólavur Øster, Pætur við Keldu og onnur.

Fløgan er nakað seinkað orsakað av tekniskum trupulleikum, men hon er væntandi til Føroya í næstun.