Kristian Petersen nýggjur stjóri settur á Fiskaaling

Nevndin í P/F Fiskaaling hevur sett Kristian Petersen í starv sum stjóri í felagnum. Kristian Petersen er úr Fuglafirði, er 51 ár og útbúgvin innan bankavirksemi.

Kristian hevur drúgvar starvsroyndir innan vinnu, ráðgeving og íløgur frá leiðarastørvum í Føroya Banka, Kaupthing Banka og Eik Banka, umframt sum stjóri í P/F Notio Framtaksfelag og P/F Skálafjarðartunlinum.

Kristian Petersen tekur við eftir Ingolf Joensen sum hevur verið stjóri í felagnum síðani 2004. Kristian tekur við starvinum 16. mars 2010.