Farna vikuskifti var vetrar jazzur á skránni í miðbýnum í Tórshavn. Tiltakið var so mikið væl eydna, at fyrireikararnar siga seg hava ætlanir um at halda fram við festivalinum Farna vikuskifti sá ein nýggjur festivalur dagsins ljós fyri fyrstu ferð. Talan er um Vetrar Jazz Festivalin, ið Havnar Jazzfelag skipaði fyri.
Framførslur vóru ymsa staðni í miðbýnum, og luttøkan var so mikið góð, at fyrireikararnar hava ætlanir um at halda fram við festivalinum, og at víðka um konsepti frameftir.
- Tað var góður stemningur allastaðni, og aldursbólkurin á luttakarunum var munandi minni enn vit høvdu ímynda okkum, so týðiliga er tørvur á slíkum tónleiki, sigur Kristian Blak, ein av fyriskiparunum.
Hóast festivalurin allarhelst tóktist verða sera tíðarkrevjandi fyri mong, so var hesin festivalur ikki tíðarkrevjandi fyri fyriskipararnar.
- Hugskotið kom til okkum fyrst í januar, og tískil hava vit bert havt ein lítlan mánað at fyrireika okkum, sigur Kristian Blak.
Hóast hetta var tiltakið so mikið væl eydna, at fyrireikararnar longu nú eru farnir at fyrireika næsta árs festival.
- Vit hava longu lagt tann fyrst fundin, og eingin ivi er um at festivalurin verður aftur í 2010 , sigur Kristian Blak.
Jazzur skal verða eitt starv
Sum øllum kunnugt eru nógvir tónleikarar her á klettunum, og á jazz økinum ikki minst. Kristian Blak fegnast um, at tónleikararnir eru so nógvir í talið, og hetta skal sambært honum verða kjarnan í menningini av jazz mentanini.
- Havnar Jazzfelag er ikki eitt frítíðarítriv. Vit miðja eftir, at teir dugnaligu tónleikararnir á økinum kunnu liva av jazzinum, og í framtíðini fáa tað sum eitt fulltíðarstarv, sigur Kristian.