Kristen Stewart størstu inntøkuna í Hollywood

Sambært amerikanska blaðnum, Forbes, er 22 ára gamla kvinnan, ið millum annað er kend úr sínum høvuðsleiklutum í Twilight-filmunum, tann kvinnan í Hollywood, sum hevur ta bestu inntøkuna.

 

Ein onnur kvinnulig filmsstjørna, Cameron Diaz, er á 2. plássi.

 

Síðani mai í fjør og til og við mai í ár hevur Kristen Stewart fingið ikki minni enn 203 milliónir krónur – sum filmsstjørna væl at merkja. Kristen Stewart hevur verið við í Twilight-filmunum, og eisini hevur hon havt ein leiklut í filminum, “Snow Whit And The Huntsman”.

 

Í fjør var tað Angelina Jolie, sum var tann kvinnan, ið hevði bestu inntøkuna, men í ár er hon bara á einum 4. plássi.

 

(Skrivað hevur Nele Heldarskarð)