Tað verður Kringvarpið, sum skal rinda bøturnar, journalistar á stovninum vórðu dømdir at gjalda fyri at hava ærumeitt Jørgen Niclasen í tollmálinum.
Tað staðfestir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Hanus Samró, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt landsstýrismannin um hann heldur at tað er rætt, at Kringvarpið rinda fyri sakarmálskostnaðin, sum starvsfólk eru dømd at rinda.
Bjørn Kalsø sigur, at peningurin, fólk rinda í kringvarpsgjaldi, skal brúkast til at gera sendingar fyri. Men eftir fjølmiðlaábyrgdarlógini er tað greitt, at í einum sakarmáli, er tað Kringvarpið, sum skal rinda endurgjald og sakarmálskostnað, sigur hann.
Men í ávísum førum, kann stovnurin krevja pengarnar aftur frá starvsfólkunum.
- Í tílíkum førum verður hugt eftir skuldarspurninginum, starvsinnihaldinum, lønarlagnum, upphæddini og umstøðunum annars, sigur hann.
Men hann leggur afturat, at hetta eru spurningar, kringvarpsstýrið avger einsamalt.
Teir fýra journalistarnir, sum vórðu dømdir í tollmálinum, vórðu dømdir í felag. Tað merkir, at klára summi ikki at rinda, skulu hini eisini rinda teirra part.
Men Bjørn Kalsø heldur at tað er sjalvsagt, at Kringvarpið bara rindar fyri tey trý starvsfólkini hjá Kringvarpinum og ikki fyri tann fjórða tíðindamannin, sum arbeiddi hjá Portalinum.
Hann vísir eisini á, at tá ið tað er Kringvarpsstýrið, sum er hægsti myndugleiki, er tað eisini stýrið, sum einsamalt ger av, um sakarmálið skal fáa avleiðingar fyri nakað av starvsfólkunum, sum eru dømd.