Krígssavnið í Vágum – sjálvandi

Tað er ein sjálvfylgja, at tað verður gjørt eitt savn til minnis um 2. heimsbardaga við øllum tí, sum hesin merkti fyri Føroyar. At tað verður í Vágum er ein enn størri sjálvfylgja

Seinni heimsbardagi er ein týðandi partur av Føroya søgu. Serliga minnast vit hesa søguna vegna øll tey mannalív, sum henda tíðin kostaði okkum. Tað eru fleiri enn 200 nøvn á minnisvarðanum í viðalundini, og hetta er sera nógv fyri eitt samfelag sum okkara.

Tíbetur er henda søgan varðveitt. Fyri ein stóran part er tað takkað Niels J Arge, sum skrivaði eina heila bókarøð um hesa tíðina. Tað er tó nógv annað skrivað, og hetta átti at verið savnað saman fyri tey, sum frameftir fara at granska og kunna seg um hetta tíðarskeið.

 

Vágar – ein partur av Bretlandi

 

Tað var serliga á Vágum, at fólk komu at merkja bretsku hersetingina. Her vóru upp til 5.000 hermenn í senn ella fleiri ferðir fólkatalið oynni. Tað kravdist enntá pass fyri at ferðast úr og í Vágar. Oyggin gjørdist eitt bretskt samfelag við tess eyðkennum sum sjónleikarhúsi, Lake Side Theatre í Vatnsoyrum, og einum sjúkrahúsi í Sandavági. Eisini var vinstrakoyring í Vágum eins og í Bretlandi.

Ikki minst gjørdist kappingin stór um genturnar, og tað hendi ikki so sjáldan at bretarnir fóru við sigrinum. Vit hava skrivað um onkran teirra. Ein var Stan Suggate, sum giftist við Kristionnu hjá Petur á Steig.

Tað hevur verið frammi fyrr at fáa eitt krígssavn. Hetta kom ikki minst fram í samband við 50-ára hátíðarhaldið fyri hersetingina í 1990. Ein av forsprákurunum tá var Johanna Hansen, sum doyði so brádliga í fjør. Tað varð eisini gjørt eitt savn í gróthúsinum í Dr. Jacobsensgøtu, har nógv áhugavert tilfar var at síggja. Men hetta datt so niður fyri aftur. Tó sæst enn ein mina uttanfyri hesi húsini.

 

Vágamenn taka um endan

 

Nú er tað, at vágamenn taka hetta upp aftur. Tann 23. juli var fundur á Vága kunningarstovu, har nevnd varð sett, at skipa fyri, at krígssavn verður sett á stovn.

1. september varð eykaaðalfundur, sum var hildin í Vága Kunningarstovu, har reglugerð fyri felagið varð løgd fram og samtykt.

Felagið Krígssavnið hevur sum endamál at savna og skráseta lutir, myndir, skrivligt og munnligt tilfar um hersetingina í Føroyum undir 2. veraldarbardaga.

Ætlanin er at fáa til vega hús at hýsa framsýning um krígsárini í Føroyum.

Sjálvt um húsið, ið ætlað er at brúka, liggur í Vágum, er ætlanin at savnið skal fevna um allar Føroyar.

Eykaaðalfundurin vísti, at tað er stórur áhugi fyri hesum tiltak. Tað vóru út ímóti 100 fólk á fundi.

 

Formaðurin í nevndini fyri Krígssavnið, Karl Jóhan Nielsen úr Vatnsoyrum, legði fyri við at kunna um ætlanirnar hjá felagnum, ið sum so eru alment kendar. Høvuðsætlanin er at fáa Grøna Húsið sum Landsverk hevur í løtuni, men tað verður kanska eitt sindur av togan aftur og fram, áðrenn tað verður møguligt. Landsverk og Vinnumálaráðið hava sagt, at fær Landsverk ein annan bygning, so fær Krígssavnið Grøna Húsið.

 

Søgan um húsið

 

Hetta hús hevur eisini eina heilt serliga søgu, sum N J Arge greiðir frá. Søgan er í samband við byggingina av flogvøllinum í 1942/43.

Stutt vestanfyri tornið á flogvøllinum varð bygt eitt stórt og sterkt hús í tveimum hæddum. Veggirnir vóru úr 40 cm betongi við duri uttanfyri í somu tjúkt. Upprunaliga vóru eingi vindeygu í hesum húsi, sum varð málað grønt. Húsið var fyri tað mesta nevnt Sector Operation Room, stytt SOR. Hiðani var ætlanin at fylgja við í gongdini í krígsatgerðum á okkara leiðum.

Húsið varð sett so langt frá flogvøllinum, at tað skuldi ikki verða rakt í fyrstu atløgu, um flogvøllurin varð bumbaður.

Til SOR vóru nógvir træðrir og nógvir leiðingar ymsa staðni frá og av ymsum slag. Hiðani skuldi flogverjan í Føroym fyriskipast og hiðani skuldi flogverjan í Føroyum fyriskipast. Hiðani skuldi eisini boð sendast til Hetlands og Íslands og ymsastaðni í Føroyum.

Eitt tað størsta rúmið í SOR er sjálvt plottararúmið, hagar allar upplýsingar, ið høvdu týdning í løtuni komu inn eitt nú frá radarstøðunum. Við annan veggin var ein balkong. Uppi á henni kundu teir ovastu yvirmenninir sita og hyggja niður á eitt kort, har teir ímyndaðu sær, hvat ið fór fram, og hvussu teir skuldu skáka fíggindan. Her hevði Royal Air Force-ovastin seinasta orðið.

Ætlanirnar um hesa miðstøð vóru lagdar, tí ætlanin var enn, at bretska flogvápnið skuldu hava eina veruliga flogstøð í Føroyum við 50 flogførum, 152 yvirmonnum, 259 sersjantum og 1240 meinigum.

Men soleiðis kom ikki at ganga. Týskarar vóru nú ikki longut so vandamiklir á okkara leiðum. Teir høvdu nokk um at vera á øðrum hermótum sum Russlandi. Tí varð ikki longur brúk fyri flogvøllinum og heldur ikki fyri SOR.

Niels Juul helt, at tað var ikki sørt, at summir av onglendingunum, sum høvdu verið her í hálvt annað ár til hetta endamál, hildu seg hava verið til onga nyttu, nú allar hesar ætlanir vóru broyttar.

Hetta húsið er so serligt og so søguligt, at tað skuldu verið heilt upplagt, at tað varð nýtt til eitt endamál sum hetta.

Eitt slíkt savn kann eisini verða við til at varpa ljós á tey offur, sum føroyingar høvdu av krígnum, har endamálið var at útvega mat til fólkið í tí landi, sum var fremst í stríðnum móti nasistiska ræðustýrinum.

 

Vanlukkan við Viðvík

 

Formaðurin hevði á fundinum eina sera livandi og lýsandi frá eini hending á Viðoynni beint omanfyri Viðvík, tá ið eitt bretskt flogfar datt niður og 11 bretskir hermenn lótu lív.

Hetta hendi langafríggjadag 23. apríl 1943. Flogfarið var funnið av pápa Villa Sørensen, sum eitt skifti var landsstýrismaður fyri javnaðarflokkin. Pápin var farin at hyggja at seyði, og hann fekk beinanvegin boðað bretsku myndugleikunum frá.

Flogfarið hevði rent á uppi á fjallinum. Flogfarið fór í knús og menninir vóru eisini illa farnir. Flogfarið var so farið rullandi oman á Viðvíksrók, har 10 lík vóru funnin. Tað seinasta var funnið ovast uppi. Partur av flogfarinum var farið longur oman. Hetta hevur verið eitt hart upptak, serliga hjá føroyingunum, sum hjálptu til.

Hesir 11 menninir vórðu jarðaðir í kirkjugarðinum í Havn.

Vístir vóru eisini vraklutir av flogfarinum á fundinum, og Páll R. Poulsen úr Klaksvík greiddi nærri frá teimum.

Tað varð upplýst á fundinum, at BBC er júst í Føroyum og ger upptøkur til eina sending um hetta tíðarskeiðið undir krígnum.

 

Felagið hevur roynt at fingið ruddað hesi ymisku økini, sum BBC hevði áhuga í at filma og eisini at fingið kampingvognarnar burtur av flúgvarabedingini.

 

Nevndin skipað

 

Marna Jakobsen gjøgnumgekk lógir felagsins, áðrenn tær við smærri broytingum vórðu samtyktar.

Nevndin, sum varð vald fyri einum góðum mánaði síðani, hevur nú skipað seg av nýggjum.

Í henni sita nú Karl Jóhan Nielsen, formaður, Pól Arni Jacobsen, næstformaður, Marna Jacobsen, skrivari, Sonni Jacobsen, kassameistari og Jóhannus Hansen.

 

Eykalimir eru Tróndur Niclasen og Dánjal Poulsen. Ingerð, leiðarin í Vága Kunningarstovu, hevur eygleiðarastøðu í nevndini.

 

Framúr ferðamannamál

 

Tað er eingin ivi um, at ætlaða krígssavnið er eitt sera gott tiltak hjá vágafólki. Vit kunnu bert taka undir við, at krígssavnið fær hendan grøna bygningin, sum teir ynskja. Hann liggur eisini so væl fyri beint við flogvøllin. Tí liggur hetta væl fyri fyri at fáa vitjan av ferðafólki, eisini slíkum sum bíða eftir flogfari.

Limagjaldið er kr. 100 og kr. 500 fyri feløg. Tað ber til at tekna seg sum lim í felagnum við at gjalda limagjaldið á konto 6460-179619-6 í Føroya Banka.