Mitt í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í Havn.
Tað var av heilt serligum orsøku, at løgreglan fekk illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt. Tey sóu nevniliga ein bil, sum koyrdi eftir einum einsrættaðum vegastrekki - men hann koyrdi skeivan veg, ella ímóti ferðsluni.
Tískil varð bilurin steðgaður og tá ið rúsdrekkaroynd varð tikin av honum, vísti tað seg, at hann hevði drukkið meri enn loyvt er. Sostatt er blóðroynd eisini tikin av bilføraranum.
Men løgreglan sigur, at av tí, at talan var um ein útlendskan bilførara, skal málið í hesum føri avgreiðast, áðrenn hann sleppur av landinum aftur.
Norðurlond hava eina avtalu sínamillum og varð hann úr einum norðurlandi, kundi hann farið avstað aftur. Men hesum var ikki úr einum norðurlandi, so hann sleppur ikki av landinum aftur, fyrr enn málið er avgreitt.