Koyrandi undir Skálafirði í 2016

Samráðingarnar ímillum landsstýrið og nevndina fyri Skálafjarðartunnilin, ganga rættiliga væl og miðað verður eftir, at øll loyvi skulu vera fingin til vega tann fyrsta november í ár

Í 2016 verður koyrandi ígjøgnum undirsjóvartunnilin nógv umrødda undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy.

Tað vísir ein nýggj tíðarætlan, sum er løgd eftir at samráðingar hava verið ímillum landsstýrið og nevndina fyri Skálafjarðartunnilin um treytirnar, sum felalgið skal lúka fyri at sleppa í holt við tunnilin.

Tær samráðingarnar hava gingið so mikið væl, at Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, nú hevur borið uppskot niðan í Løgtingið um eina rammuavtalu fyri treytirnar, sum felagið skal lúka fyri at fáa loyvi at gera tunnilin.

Umsitingin hjá Løgtinginum gjøgnumgongur nú uppskotið og er onki at finnast at orðingunum í tí, verður tað lagt fyri Løgtingið í hesi vikuni.

Annika Olsen sigur, at ætlanin við uppskotinum er at fáa Løgtingið at samtykkja nakrar karmar fyri eini komandi avtalu millum landsstýrið og tunnilsnevndina um treytirnar fyri at fara undir tunnilin.

Tað merkir, at endamálið við uppskotinum er at fáa Løgtingið at geva landsstýriskvinnuni heimild at gera eina endaliga avtalu við tunnilsfelagið, har felagið fær einkarrætt til at gera tunnilin innanfyri teir karmar, sum Løgtingið ásetir.


Góðar samráðingar

Tá ið karmarnir eru lagdir, verður farið undir nágreiniligar samráðingarnar fyri at fáa eina endaliga avtalu í lag við tunnilisfelagið.

Fyrrenn umsitingin hjá Løgtinginum hevur góðkent uppskotið, vil landsstýriskvinnan ikki koma inn á smálutir í tí.

Men rammuavtalan snýr seg bæði um, hvussu stórt avkastið av eginpengunum skal vera, nær tunnilin skal handast landinum aftur, hvør skal hava ábyrgdin av at halda tunnilin og hvussu tað skal skipast o.s.fr.

Annika Olsen letur annars væl at samráðingum, hóast tær eru bæði umfatandi og fjøltáttaðar.

- Sjálvandi hava vit, sum umboða tær almennu Føroyar, og privata tunnilsfelagið hvør sítt útangsstøði, sum ger, at semja er ikki um fleiri viðurskifti. Men mín uppgáva er at røkja áhugamálinum hjá landinum og at tryggja áhugamálini hjá landinum og tí hevur tað stóran týdning, at loyvisavtalan verður skrúvað rætt saman, sigur Annika Olsen.

Hon sigur kortini, at samráðingarnar hava gingið so mikið væl, at hon væntar, at ein endalig semja kann verða komin undir land í vár ella tíðliga í summar.

- Eg ivist onga løtu í, at vit koma á mál, tí báðir partar hava stórt forstáilsi fyri støðuni hjá hvørjum øðrum, leggur hon afturat.


Koyrandi í 2016

Ingi Højgaard, sum er formaður fyri tunnilsfelagið, hevur ikki so nógvar viðmerkingar til støðuna.

- Ímeðan samráðingarnar eru, hevur landsstýriskvinnan biðið okkum um ikki at umrøða máli við fjølmiðlarnar og tað eftirlíka við sjálvandi so leingi framdrift er í samráðingunum, sigur hann.

- Og framdrift er avgjørt í málinum, leggur hann afturat.

Men hann leggur afturat, at hetta er ein varði í søguni hjá undirsjóvartunlinum, at málið nú verður lagt fyri Løgtingið, so tað eru tey stak væl nøgd við.

Ingi Højgaard sigur, at í seinasta lagi 1. november hava partarnir miðað ímóti at verða endaliga lidnir við samráðingarnar um eina loyvisavtalu.

Eftir tað skal felagið brúka tvey ár at fyrireika tunnilsgerðina, so tað verður klárt at seta spakan í einaferð í 2012.

- Sjálvt tunnilsarbeiðið tekur fýra ár so gongst sum ætlað, verður koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin í 2016.


Rundkoyring undir Skálafirði

Sum skilst á grein, sum Alfred Olsen, løgtingsmaður, hevur sent fjølmiðlunum, verður

talan um ein undirsjóvartunnil við trimum koyribreytum og rundkoyring mitt undir Skálafirði. Frá rundkoyringini gongur ein tunnil vestureftir og kemur upp á Strondum og ein tunnil gongur eystureftir og kemur upp á Toftum og sostatt eru báðir armarnir á Skálafirði bundnir saman í undirsjóvartunlinum.

Frá Suðurstreymoy til rundkoyringina er tunnilin 7,1 kilometrar langur og strekkið frá rundkoyringini undir Skálafirði yvir á Strendur er 2,1 kilometrar langt og strekkið yvir á Toftir er 1,8 kilometur langt.