Grikski fyrrverandi kongurin Konstantin er innlagdur á sjúkrahús í Athen, og støða hansara verður lýst sum álvarslig.
Tann 82 ára gamli fyrrverandi kongurin hevur verið innlagdur fleiri ferðir sambært ríkiskringvarpinum ERT.
Tað skrivar blaði Kathimerini.
Tann fyrrverandi kongurin hevur síðani 1964 verið giftur við systir Margretu drotning, Anne-Marie.
Konstantin hevur seinastu árini verið innlagdur fleiri ferðir. Hann hevur verið sjúkur við covid-19 tvær ferðir.
Av somu orsøk flutti hann í 2021 til Athen úr bústaði sínum á Peloponnes fyri at vera nærri sjúkrahúsum, skrivar blaðið.
Konstantin var kongur í Grikkalandi frá 1964 til 1967, tá yvirmenn í grikska herinum tóku valdið við einum kvetti.
Hann royndi seg við einum mótkvetti, men tað miseydnaðist, og hann og táverandi Anna-Maria drotning vórðu noydd í útlegd.
Eftir at fólkaræði aftur var skipað, var ein fólkaatkvøða í 1974. Tá varð avgjørt, at kongsveldi skuldi avtakast.
/ritzau/