Konni Kass á Roskildefestivalin

Millum 27 kunngjørd norðurlendsk nøvn er Konni Kass.

Roskildefestivalurin hevur í dag kunngjørt 27 nýggj nøvn. Felags er, at tey eru øll norðurlendsk.

 

 

Millum kunngjørdu nøvnini er eitt forvitnisligt fyri føroyingar, tí føroyska Konni Kass er millum teirra, sum eru kunngjørd í dag.

 

 

Listin við nøvnunum sær soleiðis út:

Addisabababand (DK), Albin Lee Meldau (SV), Alcabean (DK), Artigeardit (DK), Clarissa Connelly (DK), Ctrls (DK), Dirt Forge (DK), Ecstasy In Order (DK), Eera (NO), Ellis May (DK), Fraads (DK), Holm (DK), Jada (DK), Jakob Ogawa (NO), Konni Kass (FO), Loke Deph (DK), Luster (DK), Lyra Valenza (DK), Maraton (NO), Miriam Bryant (SV), Mount Liberation Unlimited (SV), Sigma (DK), Sista Bossen (SV), TAN (DK), Daniel Savi (DJ) (DK), Discothèque Mobumfe (DJ) (DK) og Tight Cherry (DJ) (DK).