Kongur í Malaysia sigur trúnu frá sær

Fyri fyrstu ferð, síðan landið gjørdist leyst av Stórabretlandi í 1957, hevur ein kongur í Malaysia sagt trúnuna frá sær.

Fyri fyrstu ferð, síðan landið gjørdist leyst av Stórabretlandi í 1957, hevur ein kongur í Malaysia sagt trúnuna frá sær. Tað var í 2016, at 49 ára gamli, Sultan Muhammad V, tók við trúnuni, men í november í fjør tók hann farloyvi av heilsuligum orsøkum.

 

Tá byrjaðu eisini tíðindi at ganga um, at hann hevði gift seg við russiskari vakurleikadrotning, men kongshúsið í Malaysia hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini um giftarmál. Í tíðindaskrivi sigur kongshúsið, at Sultan Muhammad hevur slept trúnuni frá 6. januar í ár at rokna – og at hann var hin 15. kongurin í Malaysia.

 

Kongshúsið í Malaysia er serstakt í heimssamanhangi, og her verður nýggjur kongur tilnevndur fimmta hvørt ár. Tað eru leiðarar í teimum níggju statunum í landinum, sum skiftast um at hava henda heiður. Sambært BBC hevur malaysiski kongurin næstan bara umboðandi uppgávur og lítla makt.

 

Kongurin undan hinum 49 ára gamla, Sultan Muhammad V, var 89 ára gamal, tá hann legði frá sær.