Í gjár var Kongsborg handað Skansi Offshore og kom undir føroyskt flagg í føroysku altjóða skipaskrásetingini FAS. Kongsborg er bygd á Havyard skipasmiðjuni í Leirvik í Noregi og er av slagnum Havyard 833. Kongsborg er 86,8 m lang, 19,6 m breið og dekkið er 1000 fermetrar til støddar.
Nógv av fólki var komin saman á bryggjuni í Stavanger í samband við skipsdópin. Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, bjóði vælkomin og helt røðu og vísti m.a. á søguligu sambondini millum Noreg og Føroyar gjøgnum tíðirnar og fram til dagin í dag.
Síðan var Kongsborg doypt og gumman var Marianne Eide hjá BG Group.
Skiparar á Kongsborg verða Marner Kjærbæk og Hans Pauli Henryson, sum segði nøkur orð á bryggjuni og síðan bjóðaði øllum umborð at síggja skipið og til ábit.
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri sigur, “at málið hjá Skansi Offshore er, at kundarnir kunnu líta á, at felagið leverar tað, sum vit lovað. Vit eru enn ein ung fyritøka í frálandavinnuni, men okkara fólk hava drúgvar royndir bæði innan fiskiskap og frálandavinnu og vit hava frá fyrsta degi havt fokus á at veita tryggar og álítandi tænastur til tey feløg, sum vit arbeiða fyri. Vit velja at trúgva, at tá góðir og krevjandi kundar leingja sáttmálarnar við okkum, so er tað ein ábending um, at tað er rætt, sum vit gera. Umframt okkara góðu sjófólk og góðu rutinur, er tað neyðugt, at vit hava bestu amboðini og útgerðina at arbeiða við. Havyard skipasmiðjan hevur verið okkum ein góður samstarvsfelagi og eg trúgvi, at vit skulu leita leingi eftir einum betri skipi við eini betri dygd enn Kongsborg.”
Stutt eftir dópin fer Kongsborg beinleiðis í vinnu. Skansi hevur tryggjað Kongsborg ein eitt ára sáttmála við BG Norge við møguleika at leingja í 2 ár. At byrja við fer Kongsborg at sigla út frá Florø og verður veitinarskip hjá Transocean Searcher.
Skansi Offshore hevur nú fimm nýtímans frálandaskip. Tey eru Eldborg, Saeborg, Sjoborg, Torsborg og Kongsborg, sum øll hava langtíðarsáttmálar við oljufeløgini.