Teir fyrstu donsku borgarstjórasessirnir eru við at verða mannaðir, tó at bara 28 av teimum 98 kommununum eru taldar.
Tað verður mett sum vist, at Vinstra-borgarstjórin í Morsø Kommunu, Hans Ejner Bertelsen, heldur fram, tí flokkurin varðveitti avgjørda meirilutan.
Eisini borgarstjórarnir í Lemvig, Lyngy-Taarbæk, Gentofte og Nyborg hava avgjørdan meiriluta aftan fyri seg.
Samráðingar eru í ymsu kommununum, og tær kunnu halda fram líka til hálvan desember, tá nýggju kommunustýrini skulu verða skipað. Nýggju kommunustýrini taka við á nýggjárinum.
Í hesum kommunum tykjast borgarstjórarnir at vera upp á pláss:
Gentofte: Michael Fenger (K) - tók við í januar 2021.
Lemvig: Erik Flyvholm (V) - afturvaldur.
Lyngby-Taarbæk: Sofia Osmani (K) - afturvald.
Morsø: Hans Ejner Bertelsen (V) - afturvaldur.
Nyborg: Kenneth Muhs (V) - aftjurvaldur.
Kilder: Kmdvalg og Ritzau.
/ritzau/










