Matstovan KOKS frammi við Gjónna við Leynavatn fær í hesi løtu sína aðru Michelin stjørnu.
Tað var í 2017, at stórtíðindi bórust um, at føroyska matstovan fekk eina Michelinstjørnu. Í fjør endurvann matstovan stjørnuna. Men nú hevur matstovan so fingið enn eina Michelnstjørnu.
– Hetta er fantastiskt, hesum høvdu vit ikki roknað við, segði Pól Andrias Ziska, tá hann tók ímóti heiðrinum saman við Johannes Jensen, stjóra og Karin Visth, víntænara.