Knas millum Knassar og Vágaportal

Vágaportalurin og Portalurin eru í hørðum stríði um peng­ar. Talan er um pengar fyri eina lýsingarskipan, sum Knassar eiga.

Knassar eiga eisini Portalin, og nú vilja Knassar sambært Vága­port­al­i­num ikki gjalda tað, sum av­tal­að er millum partarnar.
Tað er felagið »1. oktober 1997 Spf« í Vestmanna, sum eigur Vágaportalin. Stjóri í felagnum er Gunnar Skúv­a­dal. Hann hevði sambært Vága­port­al­i­num eina greiða avtalu við Knassar um, hvussu pengarnir frá Vev­lýs­ing­um skuldu býtast.

– Avtalan varð und­ir­skriv­að fyri fleiri mánaðum síð­ani og innhelt eitt ávíst fast gjald fyri plássið um­framt ein prosentpart av peng­u­num, sum komu inn, skriv­ar Ólavur í Beti, sum er blað­stjóri á Vágaportalinum.

Men Gunnar Skúvadal met­ir seg ikki at hava fingið tað burturúr, sum avtalað var, og tí umhugsar hann nú at fara í rættin við málinum.

Hóast orðalagið á Vág­a­port­a­l­i­num ­mikukvøldið var heldur bondskt, so royndi Gunnar Skúvadal hós­morg­un­in at draga eitt sindur í land. Hann segði við in.fo, at fyrsta loysnin ikki var at fara í rættin. Hann segði, at tal­an er um eitt stríð um peng­ar, og tað er pengum, sum Vág­a­port­al­urin livir av.