Klók høvd fara at røða um fisk

Havstovan skipar hin 6. november fyri almennum fiskivinnutingi í Norðurlandahúsinum.

Havstovan skipar hin 6. november frá klokkan 9 til 16 fyri almennum fiskivinnutingi í Norðurlandahúsinum um avbjóðingar og møguleikar fyri einari lønandi og burðardyggari botnfiskavinnu. Ætlanin við tiltakinum er, at hetta skal vera eitt íkast til orðaskiftið um botnfiskavinnuna undir Føroyum.

 

Á fiskivinnutinginum verður eitt nú komið inn á lívfrøðina og støðuna hjá nøkrum fiskastovnum, æti, royndir við rist í upsatroli, vinnuligar avbjóðingar og búskap. Eisini koma umboð fyri vinnufeløg til orðanna, og haraftrat verður pallborðsorðaskifti.

 

Tað verður landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum fer at bjóða vælkomin, og frá klokkan 9.10 til 10.35 fara fólk hjá Havstovuni og eitt umboð fyri trolvirkið Vónina at greiða frá ymiskum viðurskiftum innan fiskiskap eftir botnfiski.

 

Frá klokkan 10.35 til 11.05 verður steðgur, og síðan fara aftur nøkur umboð fyri Havstovuna av greiða frá æti, makreli og broytingum á landgrunninum.

 

Eftir ein døgurðasteðg, verður tað tey rópa vinnuparturin á skránni, og her fara Bjarni Arnason hjá grannkoðaravirkinum Numo, Kári Petersen, búskaparfrøðingur, Hans Ellefsen, PhD í búskaparfrøði, Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur og Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, at røða um ymisk vinnulig viðurskifti.

 

Eftir steðg í einar 20 minuttir, verður pallborðsorðaskifti klokkan 14.45, har sjónarmið og visjónir hjá vinnufeløgum eru á skránni. Her fara umboð fyri Reiðarafelagið, Fiskimannafelagið, Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Meginfelag Útróðrarmanna at kjakast.

 

Teir fýra áðurnevndu, Egil Olsen, Kári Petersen, Hans Ellefsen og Eilif Gaard, fara eisini at luttaka í pallborðsorðaskiftinum.

 

Bæði eftir fyrsta og annan part verður høvi til orðaskifti, og eftir pallborðsorðaskiftið fáa fundarluttakarar eisini høvi at taka orðið.

 

Meira kann lesast um fiskivinnutingið á www.hav.fo