Klaksvík og Norðoyggjar áhugaverd ferðamál

- Tit skulu vera errin av vindinum. Vindurin er ein frálík søluvøra, segði italiumaðurin.

Í samband við ferðavinnustevnuna, VisitFaroeIslands, sum varð hildin í Føroyum um vikuskiftið, skipaði GreenGate Incoming fyri útferð, har innbodnu gestirnir luttóku. Ferðavinnustevnan varð samskipað av VisitFaroeIslands og Atlantic Airways. Heili 65 ferðasølufólk úr 11 londum valdu at luttaka.

 

Skipað varð fyri kunningardegi ella workshop í Norðurlandahúsinum í Havn, og eisini varð skipað fyri útferðum til fleiri ymisk ferðamál fyri at kunna seg betri um støðini, náttúruna og tað, ið boðið verður á hesum støðum.

 

Leygardagin fór eitt ferðalag av ferðasmiðjum úr Svøríki, Danmark, Noregi, Bretlandi, Fraklandi, Hálandi og Italia til Norðoyggjar at kunna seg betur um hesar oyggjar sum ferðamál.

 

Ferðalagið vitjaði eitt nú í Kalsoynni, har tey gingu norður á Kallin, sóu smiðjuna hjá Mikkjali Joensen, hoyrdu søguna um Trøllanes, Mikladal, Kópakonuna og heilsaðu eisini upp á hugtakandi kópakonuna og serstaka økið, hon stendur í.

 

Um kvøldið var Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu, vertur við ein døgurða á Gamla Seglhúsinum, har eisini varð kunnað um Seglhúsið, Summarfestivalin, Føroya Bjór, Sjómannadagin, Norðoyastevnu, Torradagarnar og ymiskt annað í ferðavinnuhøpi.

 

Signhild segði m.a. í vælkomurøðu síni, at hon fegnaðist um slíkar vitjanir, sum eru við til at knýta sambond og netverk – og bera vit rætt at eru slíkar vitjanir hentar og læruríkar, bæði fyri tey, sum her búgva og hin vitjandi. Hon segði seg vóna, at gestirnir høvdu havt eina minnisríka ferð, sum kom at gagna ferðavinnuni og økinum her.

 

Gestirnir vóru allir hugtiknir av degnum og tí, teir høvdu sæð og upplivað.

 

- Tit skulu vera errin av hesum náttúruvøkru støðum við teimum mongu søgunum, tit eiga her norðuri, segði tann eini ferðasmiðurin.

 

Tá legði italiumaðurin upp í og segði:

 

– Ja, og tit skulu eisini vera errin av vindinum. Har, sum eg búgvi, er ongantíð vindur, og tí er luftin ikki so rein og frísk sum tykkara. Vindurin er ein frálík søluvøra, legði hann aftrat við einum sannførandi yvirbrá.

 

Fleiri teirra takkaðu fyri ein frálíkan dag og søgdu, at tey ætlaðu sær aftur hendan vegin við einum ferðalagi.

 

Fríðunn Hansen, stjóri á GreenGate Incoming, sum var við á útferðini og var við til at skipa fyri henni, sigur frá fleiri góðum afturmeldinum frá ferðasmiðjunum.

 

- Ein italiumaður við borðið hjá mær segði, at um hann skuldi valt, vildi hann búsett seg í Klaksvík - ikki í Tórshavn! Býurin var ov stórur, helt hann fyri.

 

Og tað segði hesin, tó at hann kemur úr Milano. Italiumaðurin var rættiliga hugtikin av Klaksvík.

 

- Eg havi fingið fleiri afturmeldingar upp á útferðina, og tey eru sera væl nøgd. Havi eisini fingið nógvar og positivar viðmerkingar um tann góða døgurðan, greiðir Fríðunn Hansen, stjóri á GreenGate Incoming, frá.

 

Orð & myndir: Dávur Winther.