KAPPRÓÐUR
Kappróðurin í Klaksvík ríður á aldukambinum í løtuni. Klaksvíkingar hava fingið um endan aftur í kappróðrinum, og tað sást aftur á fleiri økjum. Fleiri manningar enn nakrantíð taka lut í fyrstu FM stevnuni, sum er í heimasjógvi hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, og teir, sum rógva, og tey í nevndini hjá róðrarfelagnum fáa so at siga ikki víst seg í býnum, uttan at tað verður spurt og tosað um kappróður, og um hvussu vánirnar nú eru fyri róðrarárinum og serliga Norðoyarstevnuni.
Kristian Eli Zachariasen er formaður í róðrarfelagnum í Klaksvík. Hann rør ikki sjálvur, men hann er nógv í neytsinum, og saman við øðrum leggur hann nógva tíð og orku í, at umstøðurnar hjá teimum, sum rógva, og hjá teimum, sum fylgja við, skulu vera so góðar, sum tað á nakran hátt ber til. Sum tað var frammi fyrr í vikuni, so hava hann og onkrir aðrir nevndarlimir smíðað ein nýggjan drátt. Hesin er ætlaður at draga bátarnar eftir, tá teir koma at landi aftur eftir loknan róður og skulu reinsast orsaka av ILA sjúkuni.
Keypt Norðlýsið
Kristian Eli Zachariasen heldur tað vera sera hugaligt, at vanligi klaksvíkingurin nú er so áhugaður í róðrarfelagnum og kappróðrinum:
? Norðlýsið plagar at skriva nógv um fótbólt. Í fjør skrivaðu teir nógv um kappróður, og tað líkaði okkum í felagnum væl.
Nú undan fyrstu kappingini gjørdu teir aftur rættuliga fitt burturúr. Tað hevur fingið onkran at glósa okkum og spyrja, um vit hava keypt Norðlýsið, men sjálvandi er hetta bara skemt, sum boðar frá, at skrivingin um kappróður er væl dámd her norðuri, heldur formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag.
Sæst áhugin fyri róðrinum aftur á øðrum økjum eisini?
? So avgjørt. Vit hava tveir nýggjar bátar í kappingini í ár. Umframt Klaksvíkingin hava vit fingið eitt nýtt 5?mannafar, sum eitur Tekla. Tað var eingin trupulleiki at fáa stuðlar at rinda prísin fyri bátarnar. Tað er ikki bara ein ábending um, men ein staðfesting av, at fólkið og fyritøkurnar her norðuri taka dyggiliga undir við okkum.
Og Kristian Eli Zachariasen sigur seg serliga fegnast um, at tað nú vísir seg, at heilt ung fólk so ast siga bjóða seg til at rógva:
? Vit kundu havt hugsað okkum, at tey vóru fleiri, sum hildu seg til, men undanfarnu árini hevur tað gingið eitt sindur striltið. Tað hava verið tey, sum hava gingið upp í róðurin og venjingina við lív og sál. Hini hava verið áhugað, men ikki so nógv, at tað hevur sást aftur í áhuganum fyri at manna bátarnar. Men hetta er broytt nú. Hesar seinastu dagarnar hava fleiri verið og spurt, um tey kunnu luttaka. Onkur manning fer at taka lut í ungdómsróðrinum, men tað tykist vera áhugi millum uppaftur fleiri. Skotbráðið gjørdist nakað stutt, tí tað var ikki fyrrenn í hesi vikuni, at onkur spurdu seg fyri.
Vit vóna, at tey fara at taka lut í hinum stevnunum, sigur formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag.









