Kjartan og liðfelagarnir taptu sjeynda dystin á rað

Vendsyssel er fjórðaftast

Tað gongur illa í hond hjá Kjartani Johansen og liðfeløgunum í Vendsyssel í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld var Vendsyssel fyri sjeynda tapinum á rað.

 

Á heimavølli í Park Vendia høllini í Hjørring tapti Vendsyssel greitt 26-35 fyri Tønder, ið var á odda 16-10 í steðginum. Kjartan var noteraður fyri tvey mál.

 

Vendsyssel er fjórðaftast í deildini við 12 stigum. Teir eru seks stig røttumegin niðurflytingarstrikuna.

 

Komandi sunnudag klokkan 15 hevur Vendsyssel dyst á útivølli móti TIK Taastrup, ið er næstaftast í deildini við seks stigum.