Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út?
- Ja, tað havi eg vónir um. Tað er eitt týdningarmikið stig, at vit í fyrsta umfari fáa samtykt, at verkætlanin kann fyrireikast og projekterast. Tað er júst í hesum arbeiðnum, at vit fáa greiða vitan um kostnað, trygd og samfelagsligan ágóða. Uttan hetta stigið, taka vit onga veruliga avgerð. Tí haldi eg, at tað eigur at vera breið politisk undirtøka fyri at fara víðari við fyrireikingunum.
Soleiðis sigur Barbara Michalina Tausen, sum er býráðslimur í Tvøroyrar kommunu.
Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar?
- Ein Suðuroyartunnil kann gerast eitt vegamót - ikki bara fyri Suðuroynna, men eisini fyri allar Føroyar. Tunnilin kann skapa størri javnvág í landinum, betri atgongd til arbeiði, útbúgving og tænastur, og hann fer at gera tað lættari at búgva og virka í Suðuroynni.
Hon heldur, at ein Suðuroyartunnil eisini snýr seg um trygd, stabilitet og framtíðartryggleika í samferðsluni.
- Vit hava longu sæð, hvønn mun fast samband hevur gjørt aðrastaðni í Føroyum. Tunlarnir norðanfyri hava bundið bygdir saman, styrkt lokala virksemið og hava gjørt tað lættari at búgva og virka uttanfyri miðøkið. Hetta vísir, at fast samband ikki bara flytir fólk – tað skapar eisini nýggjar møguleikar.
Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10-12 ár?
- Ja, tað havi eg, men tað krevur, at vit taka røttu stigini nú. Stórar verkætlanir taka tíð, og tí er tað avgerandi, at fyrireikingararbeiðið byrjar so skjótt sum gjørligt. Um politiskur vilji og ábyrgdarfullar ætlanir ganga hond í hond, so er hetta eitt realistiskt mál, heldur Barbara Michalina Tausen.
Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur?
- Verður tunnilin ikki veruleiki, mugu vit vera erlig: Tá verður truplari at venda gongdini. Tað fer at krevja munandi sterkari átøk á øðrum økjum – í samferðslu, vinnu, búseting og almennum tænastum – fyri at halda Suðuroynni livandi og attraktivari.
Hon heldur, at verður Suðuroyartunnilin ikki veruleiki, er fryktandi fyri, at Suðuroynni ikki verður lív lagað, tí tá eru fyriteytirnar fyri at steðga fráflytingini ikki til staðar.
- Mín vón er, at politikarar taka undir við, at Suðuroyggin eigur at fáa somu framtíðarfyritreytir sum restin av landinum, sigur Barbara Michalina Tausen.
Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er stórt tema um Suðuroynna, og her siga fleiri fólk sína hugsan um Suðuroyartunnilin, eins og ein størri samrøða er við Teit Samuelsen, tunnilsstjóra.
Lesið eisini -
Kunnu byrja upp á Suðuroyartunnilin um tvey ár - https://www.in.fo/news-detail/suduroyartunnilin-kann-faa-storan-tydning











