Tað er Jenis av Rana, løgtingsmaður, sum hevur sett Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein grein 52a fyrispurning um lóggávu um trúarsamfeløg.
Ítøkiliga spurdi Jenis av Rana soleiðis:
- 1. Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær?
Í svarinum vísir løgmaður á, at hann er samdur við Jenisi av Rana í, at Føroyar eru eitt lítið og viðbrekið samfelag, og vit eiga at verja føroyska mentan, virði og fólkaræði. Tí er spurningurin um lóggávu um trúarsamfeløg viðkomandi.
– Skal ein slík lóggáva gera mun, eigur hon at fevna um útlendskt stýrdar ella fíggjaðar felagsskapir og virksemi yvirhøvur, ikki einans um trúarsamfeløg, tí lætt er at hylja trúarsamfeløg sum onnur sløg av felagsskapum og øvut, sigur Aksel V. Johannesen.
– Vit hava trúarfrælsi í Føroyum, og sambært grundlógini § 67 hava borgarar rætt til at savna seg í feløg fyri at dyrka Gud á tann hátt, sum samsvarar við teirra sannføring, tó uttan at nakað verður lært ella framt, sum stríðir ímóti siðalagi ella almennari skipan.
– Hetta merkir, at ábyrgd fylgir við trúarfrælsinum. Tískil er viðkomandi, at slík lóggáva ítøkiligger, hvat ið ikki verður góðtikið, og sum mett verður í stríð við grundlógina § 67 2. pkt, sigur løgmaður og vísir á, at Fólkakirkjan er í dag skipað við lóg, meðan onnur trúarsamfeløg ongantíð hava verið skipað við lóg í Føroyum, men sambært óskrivaðari rættarsiðvenju. Sambært grundlógini § 69 verða viðurskifti hjá teimum trúarsamfeløgum, ið víkja frá fólkakirkjuni, fyriskipað nærri við lóg. Danir fingu fyrst slíka lóg í 2017.
Lesið eisini: Vil hava løgmann at svara um moskur í Føroyum
– Eg haldi, at tíðin er búgvin til, at vit í Føroyum gera eina lóg, sum regulerar onnur trúarsamfeløg. Vit hava fyri kortum viðgjørt málið í landsstýrinum, og avgjørt er at fara undir arbeiðið at gera slíka lóggávu. Eftir mínum tykki eiga vit at regulera fremmandari fígging og heilt at banna fremmandari statsfígging í hesum sambandi. Somuleiðis haldi eg, at slík lóggáva skal hava ásetingar, ið tryggja, at grundsúlurnar í fólkaræðinum ikki verða hóttar, sigur Aksel V. Johannsen, løgmaður, sum tó heldur, at tað er tó ov tíðliga at siga, nær slík lóggáva kann leggjast fyri tingið.











