Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út?
- Ja, tað er mín heilt greiða sannføring, at løgtingið eigur at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast og projekterast.
Tað sigur Søren L. Bruhn.
Hann leggur aftrat, at projektering og útbjóðing er ein fyritreyt fyri at fáa verulig og bindandi tilboð á borðið og harvið fáa eitt fakliga og fíggjarliga grundað grundarlag undir kjakið.
- Uttan projektering tosa vit í veruleikanum í blindum. Við projektering fáa vit tøl, váðar og møguleikar lýstar, so politisku avgerðirnar kunnu takast á einum upplýstum grundarlagi.
Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar?
- Suðuroyartunnilin fer at fáa avgerandi týdning fyri Suðuroy. Hann fer at skapa fleksibilitet, gjøgnumskygni og eina grundleggjandi trúgv uppá, at tað er møguligt at búgva, arbeiða og virka á Suðuroynni á jøvnum føtrum við restina av Føroyum.
Og Søren leggur aftrat:
- Tað er javnan, at Smyril – okkara lívslína – verður avlýst. Hetta førir til nógva tíðarspillu, óneyðugar og kostnaðarmiklar gistingar og ótryggleika fyri bæði borgarar og vinnu.
Hann heldur fyri, at tunnilin er ikki ein universalloysn uppá allar avbjóðingar í Suðuroy, men hann er ein alneyðugur hornasteinur, sum skal ganga hond í hond við onnur menningarátøk.
- Tá Suðuroyggin verður bundin til meginøkið, fær alt tað føroyska samfelagið eisini atgongd til fleiri menniskjaligar og vinnuligar hentleikar.
Søren sigur, at hetta fer at styrkja arbeiðsmarknaðin, førleikarnar og møguleikar at brúka okkara samlaðu førleikar á bestan hátt.
- Suðuroyartunnilin fer at virka sum eitt orkutilskot, sum fer báðar vegir og kann vera ein drívmegi fyri eina jaliga menning í øllum Føroyum.
Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10–12 ár?
- Ja, tað er mín vón og eisini mín greiða meting, at Suðuroyartunnilin ongantíð hevur verið nærri veruleikanum enn nú, og at hann kann verða tikin í nýtslu í seinasta lagi innan 12 ár – um politiski viljin er til staðar.
Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur?
- Um ein bert hyggur at fólkatalsmenningini árini 1985 til í dag, hevði Suðuroy átt at havt umleið 7.427 íbúgvar í dag – í staðin fyri 4.518.
Søren sigur, at uttan Suðuroyartunnilin stúrir hann fyri, at keðiliga gongdin fer at halda fram.
- Hetta snýr seg ikki bara um tøl, men um framtíðartrúgv, íløgur, arbeiðspláss og møguleikan hjá ungum fólki at velja Suðuroy. Uttan eitt fast samband verður tað alsamt truplari at venda gongdini, sigur Søren L. Bruhn, sum eisini er stjóri í Suðuroyar Sparikassa.











