Hava fingið mannin úr fjøllunum aftur

Maðurin, sum rýmdi til fjals eftir eitt ferðsluóhapp við Leirvíkstunnilin, er komin oman aftur úr fjøllunum

Fyrrapartin var eitt ferðsluóhapp uttan fyri Leirvístunnilin gøtumegin. 

Eftir óhappið rýmdi bilførarin til fjals. 

Nógv løgreglufólk og sjúkrabilur komu á staðið.

Dimmalætting skrivar, at tey fingu tyrlu og dronur til at finna mannin, og at tey eisini máttu mekla við manning, áðrenn tað eydnaðist at tosa hann til sættis og fáa hann at koma omanaftur.

Við Dimmalætting sigur løgreglan, at tyrlan hevur flogið mannin oman aftur á slætt, og at tey nú skulu tey so royna at fáa greiði á, hvat tað var, sum fekk mannin at rýma í fjøllini, og tí vita tey heldur ikki, hvussu farið verður fram í málinum.