Glitrandi góður. Trygvi eygleiðir tveir av hondbóltsdystunum hjá føroyingum í Oslo, har hann sjálvur býr. Í einum føroyskt miðlaðum gerandisdegi - har tú neyvan fært samanhang í útvarpstíðindini, tí tey eru so út av lagið illa lisini; gudviti, hvussu tey eru skrivaði, men til upplestur rigga tey ikki, tí tey verða tað bera kønk - er tað ein rár hending, at tú sum lesari, lurtari ella hyggjari kennir teg virðismettan, og kanst fara mettur frá at hava konsumerað eitt miðlaprodukt. Tað hendi í hesum føri. Eg bleiv enntá svangur eftir meir.
Les meira her: Glitrandi góður











