VIDEO: Kroatia fór við EM-bronsuni - Ísland endaði á fjórða plássinum

(Video) Her er ein samandráttur frá EM-bronsudystinum Ísland-Kroatia 33-34 (14-17)

Mynd: Ritzau Scanpix

Kroatia er EM-bronsuvinnari 2026. 

 

Í bronsudystinum í Boxen í Herning vann Kroatia 34-33 á Íslandi. Íslendingar vóru aftanfyri 26-31, tá fáir minuttir vóru eftir, men teir komu ov seint í gongd við endaspurtinum.

 

Gongdin í dystinum var hendan: 1:1, 3:5, 6:9, 7:12, 11:14, 14:17, 15:18, 18:22, 20:25, 23:28, 26:31, 33:34. (Kelda: Morgunblaðið).

 

Tin Lučin var toppskjútti hjá Kroatia við níggju málum. Ómar Ingi Magnússon var við 12 málum stórskjútti hjá Íslandi. Hann setti 10 brotskøst trygt í netið.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá EM-bronsudystinum:

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix