H71 eru stroknir avstað, men kapprenningin um annað plássið millum Kyndil, StÍF og VÍF er sera hørð. Kyndil hevur 18 stig, og StÍF og VÍF hava 16 stig hvør.
Kyndil vann sær ein fyrimun í hesum stríðnum við at vinna 27-25 á StÍF í høllini á Skála. Í steðginum vóru kyndilsmenn á odda 15-12. Tá 19 sekund vóru eftir skoraði Jón Eyðunsson Midjord fyri StÍF til støðuna 25-26. Tvey sekund undan dystarloki staðfesti Teitur Poulsen Hellisdal sigurin hjá Kyndli.
Pauli Rasmussen var við átta málum toppskjútti hjá StÍF. William Skovsager var við 12 málum stórskjútti hjá Kyndli.
Í høllini á Hálsi í Havn vann VÍF ein greiðan 32-25 sigur á Neistanum. Í steðginum vóru vestmenningar frammanfyri við fýra málum, 18-14.
Kristian Jensen var toppskjútti hjá Neistanum, og Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF. Teir skutu báðir sjey mál fyri lið síni.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, umframt støðuna í deildini:
##med2##
##med3##
##med4##














