Fleiri her suðuri eru vorðin kedd og stúrin

- Eg vóni, at tey 33, sum eru vald at umboða okkum øll á Føroya løgtingi, velja at geva tunnilsfelagnum, ið hevur havt góðar verkætlanir undan hesari, frið til at gera sítt arbeiði, sigur Finn Johannessen

 

- Latið tunnilsfelagið sleppa at bjóða hesa verkætlan út, so ein vón kveikist um, at Føroyar eru fyri allar føroyingar - eisini fyri okkum, sum búgva í Suðuroynni, sigur Finn Johannessen

Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út?

 

- Sjálvandi havi eg vónina, men hátturin, sum málið er blivið nei-liga umrøtt í miðlunum, ger, at fleiri okkara, sum búgva í Suðuroynni, eru blivin bæði kedd og stúrin.

 

Tað sigur Finn Johannessen.

 

- Men, eg vóni, at tey 33, sum eru vald til at umboða okkum øll á Føroya løgtingi, velja at geva tunnilsfelagnum, ið hevur havt góðar verkætlanir undan hesari, frið til at gera teirra arbeiði.  

 

Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar? 

 

- Eg vænti, at tunnilin fer at hava eina nógv, nógv størri jaliga ávirkan, enn vit geva okkum far um. Stórur partur av ungdóminum í Suðuroynni fer av landinum til víðari lestur, tí tað er lættari og bíligari enn at fara til høvðusstaðin.

 

Og Finn leggur aftrat í hesum viðfangi:

 

- Hesi ungu mugu so lokkast heimaftur. Um tey kundu ferðast ímilllum miðstaðin og Suðuroynna, so luttóku tey í felagsskapum, ítrótti og tí, sum fer fram í Suðuroynni, og hetta hevði verið eitt jaligt aktiv.

 

Hann heldur, at um ungdómurin kundi ferðast ímillum gjøgnum ein tunnli, so vóru møguleikarnir at seta føtur undir egið borð eisini nógv størri, tí í Suðuroy er møguleiki at keypa bíligari hús og jørð.

 

- Ferðavinnan í Føroyum hevði eisini fingið nógv, nógv fleiri møguleikar, um Suðuroyggin varð knýtt upp í meginøkið, og atknýtta virksemið av hesum hevði eisini sæst her suðuri, sigur Finn Johannessen.

 

Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10-12 ár? 

 

- Ja, men eg kundi gott hugsað mær, at vit sum føroyingar fóru undir at tosa tingini upp heldur enn niður. Vit her suðuri hava nakað at bjóða. Her er serstøk náttúru, vit hava góð skúlatilboð, og vit hava bíligari jørð og hús. 

 

Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur? 

 

- Royn og hugsa tankan, um vit nú stongdu undirsjóvartunlarnar aftur og settu ferjurnar innaftur - nei, tað hevði ikki gagnað økinum!

 

Finn Johannessen hevur tí at enda hesi orð at siga:

 

- Tað er mítt ynski og bøn, at ikki verður bíðað meira. Latið tunnilsfelagið sleppa at bjóða hesa verkætlan út, so ein vón kveikist um, at Føroyar eru fyri allar føroyingar - eisini fyri okkum, sum búgva í Suðuroynni.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er stórt tema um Suðuroynna, og her siga fleiri fólk sína hugsan um Suðuroyartunnilin, eins og ein størri samrøða er við Teit Samuelsen, tunnilsstjóra.

 

Lesið eisini - 

 

Kunnu byrja upp á Suðuroyartunnilin um tvey ár - https://www.in.fo/news-detail/suduroyartunnilin-kann-faa-storan-tydning

 

- Latið tunnilsfelagið sleppa at bjóða hesa verkætlan út, so ein vón kveikist um, at Føroyar eru fyri allar føroyingar - eisini fyri okkum, sum búgva í Suðuroynni, sigur Finn Johannessen